
Annika Olsen, landsstýriskvinna, var í dag og hátíðarhelt 25 ára føðingardagin hjá Verkstaðnum inni á Bakka í Vági og helt í hesum sambandi røðu.
---
Góðu øll,
Hjartaliga tillukku við føðingardegnum.
Sum landsstýriskvinna í almannamálum er tað mær ein stór æra at verða boðin suður til Vágs, heimbygd mína, og ikki sørt hjartanemandi at vera saman við tykkum og hátíðarhalda henda stóra dag í dag.
Í fjør umleið um somu tíð var eg til annað 25 ára hald, tá hjá Verkstaðinum í Brekku í Klaksvík, sum hátíðarhelt sín 25 ára dag. At verkstaðurin kom her inni á Bakka, kann sigast at vera ein avleiðing av, at Klaksvík hevði fingið sítt verkstað, og nú skuldi Suðuroyggin sjálvandi eisini hava sín vardan verkstað.
Undangongumaðurin í hesum arbeiði var landsstýrismaðurin og presturin, Niels Pauli Danielsen. Niels Pauli setti á stovn hetta slóðbrótandi tilboð, sum bygdi á hugmyndina um at øll menniskju eru nakað serligt.
Á Verkstaðnum er virðingin fyri tí einstaka treytaleys og uttan mun til hvørjar avbjóðingar ella avmarkingar tú hevur. Filosofiin er, at tú kanst nakað, tú ert nakað og at tínar dygdir gera mun í felagsskapinum.
Tað er helst ikki uttan orsøk, at tað var júst prestur, sum tók stig til ætlanina, tí í grundini eru hetta fundamentið í kristindóminum og í boðskapinum um tað dupulta kærleiksboðið.
Tað snýr seg um kærleika og virðing fyri tínum næsta.
Søguliga sæð hevur hetta eisini verið leiðstjørnan í sosialpolikkinum. Í mong ár tyktist hugburðurin tó at vera, at fekst tú peningaligan stuðul, so var alt gott. Men fólk mennast ikki og vinna ikki lívsgóðsku við at sita við hús, uttan at vera virkin. Tað gevur snøgt sag ikki meining.
Nú er tíbetur vent í holuni. Vit hugsa nú í størri mun um at geva fólki nakað at liva fyri og ikki bara – sum fyrr – at liva av.
Í hesum høpi er Verkstaðurin inni á Bakka ein sólskinssøga. Her hevur tað at geva menniskjanum innihald og lívinum góðsku verið hornasteinurin hvønn tann einasta dag í 25 ár. Her geva starvsfólkini tí einstaka ábyrgd og kensluna av, at júst tað tú fæst við, hevur týdning.
Uttan øll tey dugnaliga, nærløgdu og kærleiksfullu starvsfólkini, var eingin Verkstaður. Tí vil eg nýta hetta høvið at takka tykkum øllum, sum eru ella hava verið starvsfólk her.
Tit skapa umstøður og fortreytir fyri upplivingum, so sum tiltøkum og útferðum. Tit menna brúkarnar sosialt, skapa fortreytir, so hann mennir síni evnir at fylgja við í samfelagsliga rákinum og menningini.
Tit stimbra teirra førleikar til at velja og vraka, so tey sjálvstøðugt kunna taka avgerðir og avbjóðingar, og gera tað møguligt. Og vera til hjálp hjá teimum brúkarum sum ynskja at koma út á vanliga arbeiðismarknaðin.
Og hetta gera tit við stórari virðing í gerandisdegnum og við viðurkenning fyri brúkaranum. Alt í einari hárfínari javnvág millum at veita tryggleika og at eggja fram sjálvbjargni hin einstaka.
Við hesum fáu orðum vil eg enn einaferð ynskja tykkum eitt hjartaligt tillukku.
Takk fyri og framhaldandi góðan føðingardag.