Leygardagin 5. apríl 2014, helt Annika Olsen, landsstýriskvinna hesa røðu á aðalfundinum hjá Pedagogfelagnum: Røða til aðalfundin hjá pedagogunum 5 apríl 2014
Landsstýriskvinnan røddi m.a. um týdningin av pedagogisku amboðunum í menningini og trivnaðinum hjá borgaranum frá vøggu í grøv.
Higartil hava vit mest sett námsfrøðiliga arbeiðið í samband við arbeiðið við børnum og fólk við menningartarni, men eisini á øðrum økjum eru fleiri fyrimunir at inkludera námsfrøðiliga partin í størri mun, enn higartil hevur verið gjørt.
Landsstýriskvinnan tosaði um broytingar og ætlanir á barna- og ungdómsøkinum, har m.a. skipanir eru broyttar til tess at fyribyrgja at børn og ung verða send av landinum, men heldur fáa eitt nøktandi tilboð í Føroyum.
Landsstýriskvinnan greiddi eisini frá um Barnahúsið, sum er sett á stovn og um Barnaumboðsmanninum, sum fer at virka seinni í ár.