Røða hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, í sambandi við fyrstu viðgerð av framskrivaðu fíggjarlógini fyri 2016

Harra formaður
Hóast útreiðslurnar í framlagda uppskoti bert eru framskrivaðu útreiðslurnar, uttan lønar/ og prísvøkstur, so vísir uppskotið tær avbjóðingar, ið vit sum samfelag standa yvirfyri, skal tað eydnast okkum at varðveita vælferðina, eisini fyri komandi ættarlið og yvir tíð fáa ein haldføran búskap. At náa hesum málum at framtíðartryggja vælferðina og fáa haldføri í búskapin eru mál, ið samgongan hevur sett sær fyri at røkka.
Eitt hall ið kanska táttar upp ímóti teimum 200 milliónunum er ein stór avbjóðing. Samgongan hevur sett sær fyri at taka av hesi avbjóðing, tí vit ynskja at framtíðartryggja vælferðina og fáa haldføri í búskapin yvir tíð. Hetta inniber , at nú mugu tær nýskipanir, ið vit hava tosað um, í alt ov langa tíð, fremjast, soleiðis at vøksturin í útreiðslunum ikki verður á einum støði, ið vit sum samfelag ikki megna at lyfta.
Tað hevur stóran týdning, hvussu vit tálma vøkstrinum í útreiðslunum, at vit gera tað við skynsemi og á ein hátt, so vit øll eru við til at lyfta og taka okkara part av ábyrgdini fyri at okkara samfelag verður ment, so at Føroyar framvegis verður eitt gott land fyri okkum øll.
Hyggja vit at almannamálum, ið er tað málsøki, ið mær er litið upp í hendur at umsita, so standa vit, nú nýggja samgongan hevur tikið við, við nøkrum positivum avrikum, ið eru framd seinasta samgonguskeiðið, við nøkrum avbjóðingum, har vit ikki eru nádd á mál og nøkrum málum har ongin loysn enn er funnin.
At vit í hesum árinum fara at taka vardu bústaðirnar í Norðoyggjum og Eysturoy í nýtslu, er positivt og tað fegnist eg um.
At vit ikki eru nádd á mál við pensjónsnýskipanini og at karmarnir fyri 2016 høvdu eina sparing inni á umleið 20 milliónir á pensjónsøkinum, er ein avbjóðing. Fyriliggjandi fíggjarlógaruppskot hevur tikið hædd fyri hesi útreiðsluøking.
Nøkur av óloystu málunum eru : hvussu vit bøta um fíggjarligu korini hjá barnafamiljum og minka um barnafátækradømi.
Harra formaður
Almannamálini standa fyri einum stórum tali. Heilar 1,4 milliard á fíggjarlógini – MEN almannamál eru ikki bert eitt tal !
Almannamál eru mál, ið viðkoma okkum øllum. Mátin ið vit umsita og skipa hetta málsøki definerar okkum sum samfelag, tí tað er á almannaøkinum, at vit vísa hvørjum øðrum hvussu okkara menniskjasýn er og hvørji virðir, vit sum samfelag seta høgt í metum.
Hvussu vit síggja tey menniskju, ið hava ella kunnu fáa trupulleikar við at fasthalda teirra tilknýti til arbeiðsmarknaðin og hvussu vit síggja tey, sum eftir eitt langt arbeiðslív fara av arbeiðsmarknaðinum.
Hvussu vit møta øllum teimum, sum í barnaárunum hava verið úti fyri umsorganarsviki og tí hava trupult við at megna lívið.
Hvussu vit møta teimum, ið hava livað við harðskapi og/ella kynsligum ágangi, teimum ið hava sálarligar avbjóðingar og/ ella menningartarn.
Hvussu síggja og møta vit menniskjunum aftanfyri tølini? Ynskja vit, so at siga, at gjalda okkum burturúr trupulleikunum. At lata øllum teimum, ið til dømis, standa veik á arbeiðsmarknaðinum, eina lítla upphædd, so tey so dánt yvirliva ella hava vit sum mál, at síggja møguleikar í hvørjum einasta menniskja? Ynskja vit at skapa karmar so at øll fáa ein møguleika at liva og vera við til at geva sítt íkast til samfelagið? Tí tað ynskja vit øll, um bert vit fáa møguleikan.
Mín fatan er, at onki íkast er ov lítið, øll gera vit ein mun og tað er tað samlaða íkastið til felagsskapin, sum ger okkum til eitt samfelag, ið vit kunnu vera errin av – eisini at vísa fram fyri øðrum.
Harra formaður
Hesar smáar 3 vikurnar, ið eg havi umsitið almannamál, havi eg møtt nógvum borgarum við sera ymiskum avbjóðingum og eg havi sæð, hvørjar umstøður ið vit bjóða teimum og starvsfólkunum, ið eru um tey.
Mín niðurstøða er, at nógvir borgarar við ymsum avbjóðingum liva undir umstøðum, ið eg ivist í at vit onnur høvdu góðtikið. Hóast tað, so er tað hjartanemandi at síggja, hvussu nøgd tey eru við tað, ið tey hóast alt hava. Eg havi møtt hópin av eldhugaðum starvsfólki, ið royna at fáa tað besta burturúr og sum eru full av hugskotum, um hvussu viðurskiftini kunnu skipast betur fyri tey, ið gera brúk av okkara tænastum.
Her hava vit eitt stórt potentiali ið vit, veruliga, kunnu byggja nakað gott á.
Harra formaður
Eitt orðatak sigur, at “tað er dýrt at vera fátækur”. Í hesum liggur, at tann ið er fátækur hevur ikki ráð at hugsa langsiktað, og verður tí ofta noyddur at taka av dýrastu og ikki neyðvendigvís bestu loysnunum. Ein hevur snøgt sagt ikki ráð at gjalda nakað eyka í byrjanini fyri at spara í síðsta enda.
Tað fyrikemur mær, at tað er júst sum tann fátæki at vit hava spart seinnu árini. Vit hava býtt eina ávísa sparing javnt yvir ein kamb, uttan at hava broytt krøvini til virksemið. Tænasturnar hava verið kroystar inn í henda leistin við tí úrsliti at tær eru tódnaðar ella versnaðar. Soleiðis kann man sjálvsagt gera í eina tíð, men einaferð er markið nátt og vit eru komin har til, at vit kunnu spyrja um tænastan røkkir sínum endamálið.
Sum eg longu havi nevnt, so fyllir almannamál ikki so lítið av okkara samlaðu útreiðslum og tí er tað sera viðkomandi at seta spurningin, um tað er møguligt at fremja nýskipanir yvir tíð á almannaøkinum, uttan at tænasturnar gerast verri. Stutta svarið er ja.
Fleiri av stóru avbjóðingunum í samband við nýskipannir eru á almannaøkinum
Pensiónsnýskipan
Stórsta avbjóðingin er at fáa framt nógv umtalaðu pensiónsnýskipanina. Samgongan vil taka arbeiðið við at fáa eina breiða semju um okkara framtíðar pensjónsskipan, uppaftur beinanvegin. Arbeiðið kemur at byggja á somu meginreglur, ið tað higartil hevur gjørt, umframt at taka spurningin um meira samhaldsfesti í skipanini upp. Málið er at náa eina semju komandi vár, soleiðis at uppskot kann leggjast fyri tingið á heysti í 2016.
Barnafamiljur
Samstundis sum vit mugu fáa eina semju um framtíðar leist fyri pensiónsøkið, so mugu vit eisini styrkja barnafamiljurnar. Vit mugu minka um barnafátækradømi og harvið økja um trivnaðin hjá barnafamiljum.
Vit mugu hava fokus á, at okkara ungu, bæði tey ið búgva her og tey ið lesa uttanlands, framhaldandi velja at búseta seg og stovna familju í Føroyum. Hetta er neyðugt, um vit skulu broyta aldurssamansetingina og fáa vøkstur í talinum av arbeiðsførum hondum á arbeiðsmarknaðinum í framtíðini, soleiðis at vit kunnu fíggja vælferðina í árunum sum koma. Hetta eru tvey mál, ið samgongan arbeiðir við til komandi fíggjarlóg.
Endurvenjing/menning
Vit hava undanfarna ár samtykt 2 lógir um endurvenjing/endurmenning. Hetta eru skipanir, ið hava til endamáls at fáa endurvant og endurment teir førleikar, ið fólk hava mist av skaða, sjúku og líknandi. Hetta er ein skipan, ið kostar pening at seta í verk, men sum yvir tíð vil spara tí almenna við at fólk skjótari endurvinna sínar førleikar og tí skjótari koma út aftur á arbeiðsmarknaðin.
Fyri almannaverki merkir endurvenjingin/menningin harumframt, at vit við at seta inn beinanvegin, kunnu tryggja at fólk endurvinna so nógv av teirra førleikum ið til ber, og harvið kunnu fasthalda teirra tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Tað hevur eisini stóran týdningin at fasthalda teir førleikar, sum tey ið eru førleikaskerd og røktarkrevjandi hava, fyri at røktin ikki skal gerast tyngri og dýrari enn neyðugt. Vit eiga heldur ikki at gloyma, hvønn týdning endurvenjing og endurmenning hevur fyri lívsgóðskuna hjá hesum borgarum.
Í komandi árið ferð Almannaverki at uppraðfesta endurvenjing/endurmenning. Málið er at fáa eina skipan, ið veitir tænastuna so nær borgaranum sum gjørligt og sum ger nýtslu av teimum fasilitetum, ið longu eru úti í økjunum.
Vit hava 3 ”stovnar” ið koma at vera veitarar av endurvenjing/menning komandi árini við tað at kommununnar hava ábyrgdina av eldraøkinum. Tað hevur stóran týdning at vit tryggja, at ongin borgari dettur ímillum hesar skipanir, tí eru landstýriskvinnurnar í almanna- og heilsumálum samdar um at seta eina nevnd, umboðandi teir tríggjar partarnar ið varða av endurvenjingini. Nevndin skal tryggja at borgarin upplivir eina samanhangandi tænastu.
Arbeiðsfremjandi tiltøk
Í 2012 fingu vit lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk. Hugsjónin aftanfyri lógina er góð, hóast kritikkur hevur verið av støddini av nøkrum av veitingunum og onkrum av skipanunum ið eru sambært lógini.
Lógin ásetti at skipanin við tillagaðum størvum og avtalaðari løn skuldi eftirmetast áðrenn 1. januar 2016. Henda eftirmeting verður nú viðgjørd og støða tikin til hvørjar broytingar skulu fremjast, so borgarin fær eina betri skipan.
Hyggja vit at tølunum í FLU til arbeiðsfremjandi tiltøk, so ber ikki til at dylja yvir, at vøksturin í útreiðslunum er ein avbjóðing. Landstýriskvinnan hevur ikki nakra gandaloysn í lummanum, men fer at kanna orsøkirnar til vøksturin. Politiska skipanin má eisini viðurkenna, at tað kostar at raðfesta arbeiðsfremjandi tiltøk.
Skilagóðar sparingar í rakstrinum – ein íløga í Trivnaðartænasturnar
Seinastu árini eru fleiri íløgur gjørdar í vardar íbúðir, sambýlir og onnur tilboð innan trivnaðartænastuna, hetta fegnist eg um.
Seinni í ár verða vardu bústaðirnir í Norðoyggjum og Eysturoy tiknir í nýtslu og eftir ætlan verður virknis- og umlættingardepulin í Sandoynni tikin í nýtslu miðskeiðis í 2016. Raksturin er framskrivaður sambært hesum.
Hetta merkir samstundis, at støðan á hesum økinum er á góðari leið í Norðoyggjum og Eysturoynni. Men vit mugu halda fram við at gera íløgur á hesum øki tí støðan, serliga á Streymoynni er alt annað enn góð.
Almannaráðið hevur havt eitt sera gott samstarv við Bústaðir og heldur hetta samstarvið fram. Bústaðir hava givið lyfti um at byggja tveir stovnar, ein stovn við 12 plássum til fólk við menningartarni á Karlamagnusarbreyt og ein stovn við 12 plássum til fólk við sálarsjúku á Blómubrekku.
Bústaðir kunnu tó ikki loysa allan tørvin, landið hevur evstu ábyrgdina. Vit hava alt ov nógvar ótíðarhóskandi bygningar í sera ringum standi í suðurstreymi. Hyggja vit at bíðilistanum 3 ár fram, so eru 10 á bíðilista til bútilboð í Vágum/Norðstreymoy og 22 í suðurstreymi.
At bøta um hesi viðurskifti krevur íløgur í viðlíkahald, nýbygging og møguligar øktar leiguútreiðslur eina tíð, skulu vit bøta um verandi tilboð og minka bíðilistan. Tað snýr seg um at geva hesum borgarum virðiligar umstøður, starvsfólkunum betri arbeiðsumstøður og at fáa ein skynsamari rakstur.
Hetta er eitt øki sum landsstýriskvinnan fer at raðfesta komandi 4 árini. Hvussu vit kunnu koma so langt sum gjørligt á ein skynsaman hátt, fari eg at viðgera nærri og koma við einum boði uppá til broytingaruppskotið til fíggjarlógina. Fyri at sleppa undan stórum tørvi á viðlíkahaldi komandi árini, eiga vit at umhugsa, um vit ikki skulu byrja at seta pening av til viðlíkahald av nýggjum bygningum frá byrjan av.
Aðrar raðfestingar
Landstýriskvinnan ferð at raðfesta heildarætlanina um kynsligan ágang og javnstøðumál. Eg fegnist um, at javnstøðumálini aftur eru komin undir almannamálaráðið. Javnstøðulógin skal endurskoðast og orðast skal ein javnstøðupolitikkur, soleiðis so vit fáa ungar kvinnur at støðast í Føroyum.
Harra formaður
Eftir góðar 3 vikur í sessinum, eru omanfyrinevndu umrøddu mál, fyribils raðfestingarnar hjá landsstýriskvinnuni komandi 4 árini.
At bøta um hesi viðurskifti og harvið spara í rakstri krevur íløgur í viðlíkahald og nýbygging. Leysliga mett umleið 30 mió um árið komandi 4 árini. Helst tekur tað meiri enn 4 ár at koma á mál, men verður undirtøka fyri hesum íløgum, so kunnu vit náa langt í hesum samgonguskeiðnum.
Tað snýr seg um at geva hesum borgarum virðilig kor og tilboð, starvsfólkunum arbeiðsumstøður, har teirra fakligheit kemur í hásæti, umframt at peningurin verður brúktur á skynsamari hátt og at sparingar verða í rakstrinum.
Takk fyri