
Góðu búfólk og avvarðandi, leiðsla og starvsfólk á Tjarnargarði, býráðslimir, góða samkoma
Eg kann ikki annað enn staðfesta, at “Tíðin rennur sum streymur í á...” nú tað longu eru 10 ár síðan gamla Marinustøðin varð umbygd til røktarheim og fyrstu búfólkini fluttu inn her á Tjarnargarði.
Nógv er broytt hesi tíggju árini. Tá Tjarnargarður læt upp í 2004, var ovurstórur tørvur á røktarheimsplássum, kanska serliga til minnisveik. Nú ber tíbetur nærum til at nøkta henda tørv.
Tjarnargarður hevur við sínum trimum búeindum – við áleið 34 búplássum, umframt dagtilhaldi við tilboði til tíggju minnisveik – verið ein týðandi leikari á hesum økinum seinastu tíggju árini.
Sum nakað nýtt kundi Tjarnargarður bjóðað hjúnum, har annar er minnisveikur, røktarheimspláss, og rúm er fyri 5 hjúnum. Hesin møguleikin hevur verið til mikla gleði og gagn hjá hesum hjúnum og teirra avvarðandi.
Eitt røktarheim, er fyrst og fremst, sum orðið sigur tað, eitt heim. Tjarnargarður er so nógv meira enn ein bygningur, ein stovnur, har eldri, og fólk, sum hava tørv á røkt og stuðli, koma. Tjarnargarður verður teirra nýggja heim, tá tey ikki longur megna at klára seg í egnum húsi, og tí er tað umráðandi, at tey kenna seg heima her.
Tjarnargarður er eitt væl innrættað og heimligt røktarheim, har trivnaður og umsorgan eru í miðdeplinum. Hetta eiga leiðsla og starvsfólk sín avgerandi lut í, tøkk fái tit fyri tað. Her er møguleiki fyri at gera ymiskt handaligt ítriv, at gera fysiskar venjingar, og her eru eisini nøkur húsdjór og ein deiligur urtagarður – alt til stóra gleði hjá tykkum, sum her búgva.
Sangur og tónleikur hevur verið nógv nýttur á Tjarnargarði, og hetta havi eg frætt, at fleiri av búfólkunum dámar hetta sera væl. Her hevur millum annað ein hollur harmonikuspælari búð í nøkur ár, og tá ljómaði harmonikan og sangur um alla lonina. Eisini hevur búfólk sungið fyri, og lagið hevur verið gott.
Sangløtan samlar allar eindirnar eina ferð um vikuna og er við til at skapar hugna og kensluna frá einari farni tíð, við sangskattum sum millum aðarar: So vakrar moyggjar og knappar menn, Burtur av heiði og Tá eg verið stórur.
Eg fari at enda við eini yrking eftir Magnus Dam Jacobsen, sum nevnist “Við tjarnareyga”:
1. Sat eg við tjarnareyga
sæla skýmingsstund.
Fjart hoyrdist suð av veingjum,
nú nærkast náttin við skund.
2. Og meðan dagur hvørvur
í myrkursins djúpu hond,
legst tøgn yvir mannabýli
og fuglar, sum blunda í nánd.
3. Fjart úr kvirruni hoyrist
dunið av Havnará.
Brátt stjørnur á himni tendrast –
ei vakrari mynd eg sá.
Eg fari við hesum fáu orðum at ynskja Tórshavnar kommunu, leiðslu og starvsfólki her á Tjarnargarði og ikki minst búfólkum, og avvarðandi teirra, hjartaliga til lukku við 10 ára føðingardegnum og ynskja øllum ein blíðan byr frameftir.
Takk fyri!
Annika Olsen,
Landsstýriskvinna í almannamálum
mynd: Annika Olsen, landsstýriskvinna og Hensia Einarsson, leiðari á Tjarnargarði