
“Tey standa og vagga og tráa,
á akrinum stadnandi øks,
og deila hin bjartoygda dáa,
sum upp millum teirra vøks.
...
"Men dáin stendur í iva,
og hann hevur ymsan lit:
“Eg havi væl loyvi at liva
her líka so væl sum tit.” ”
Nú eg varð boðin til Klaksvíkar til móttøku í sambandi við at Dáin hátíðarheldur 25 ára dagin, kom henda vakra yrkingin hjá Hans Andrias Djurhuus mær til hugs, sum stovnarnir uttan iva eisini hava havt í huga, tá Dáin skuldi navngevast.
Tá, fyri 25 árum síðan, tóku foreldur, saman við Javna, stig til at fáa bygt og skipað Dáan. Eg kann nevna foreldrini Karl Hansen, Hannefía Poulsen og Líggjas Vágslíð, sum vóru í arbeiðsbólkinum, og Jónu Olsen, sum var fyrsti leiðarin á Dáanum, eitt starv, sum hon røkti í 11 ár. Foreldrabólkurin var sera eldhugaður og legði stóra orku í at tryggja at brúkararnir, fingu virðiligar umstøður og tað var heimligt at koma í umlætting á Dáanum.
Foreldrabólkurin var ógvulig góður við Dáan, eisini eftir at virksemi var byrjað, tey vóru áhugaði hvat hendi, og komu ofta inn á gólvið. Tey vildu, at Dáin skuldi verða ein natúrligur partur av umhvørvinum. Og sigast má, at hetta hevur eydnast væl.
Tá ið Dáin bleiv tikin í brúk var Tórdur Niclassen landstýrismaður. Klaksvíkar Býráð lat grundstykki at byggja á, og Jákup Pauli Sundskarð teknaði. Eftirlitið við byggingini hevði Karl Hansen sjálvur. Í Dáanum vóru 5 pláss til døgnumlætting og 10 pláss til dagumlætting.
Hóast tað í fyrstani var torført at fáa brúkt tey 5 plássini til fólk við breki/menningartarni, gekk ikki leingi til tað var fult virksemi fyri tey, sum Dáin var ætlaður til.
Hóast tað til tíðir hevur verið avbjóðandi og kanska eisini turbulent, so hava leiðarar og starvsfólk lagt seg eftir at verða opin, flexibul og tora at finna nýggjar loysnir. Og við góðum starvsfólkum hevur gingið væl í hond.
Eg fari kanska ikki skeiv um eg sigi, at vit í Føroyum sóu nógvar broytingar og at stór tøk vóru tikin fyri 25 árum síðan á hesum øki. Eldsálir strongdu á at tryggja bústaðir, umlætting og virknistilboð til børn og vaksin, ið bóru brek.
Hesi seinnu árini hava vit aftur sæð foreldrabólkar og onnur, sum hava arbeitt miðvíst við at fáa skapt virðilig kor til síni “børn” – og myndugleikin hevur tikið áheitanirnar til eftirtektar. Hetta síggja vit nú fleiri úrslit av.
Eg kann nevna, at í løtuni byggja vit – Almannaverkið saman við Landsverki – vardar bústaðir í Klaksvík og Runavík til fólk, sum hava tørv á stuðli í gerandisdegnum. Eisini fer Klaksvíkar kommuna saman við Bústaðir at byggir átta íbúðir her í Klaksvík til fólk, ið hava avbjóðingar, men megna gerandisdagin sjálvi. Hesar verða eftir ætlan lidnar í september í ár.
Henda bygging byggir á tankan um inklusión, at bústaðir verða bygdir í bygdum øki, samsvarar við Bústaðarpolitikkinum “Lið um lið”, sum eg fekk handað í 2012.
Endamálið við inklusión er at tryggja fólki, ið bera brek “eitt gott lív”. Hetta verður gjørt við at tryggja fólki við breki ein virknan lut í gerandislívinum, í sosiala felagsskapinum og samfelagslívinum. Hetta haldi eg, at tit sum vara av Dáanum, og øðrum stovnum her í Klaksvík, hava megnað ómetaliga væl, og tað eri eg takksom fyri.
Eg fari takka tykkum; stýrið, leiðarum, starvsfólkum og avvarðandi gjøgnum hesi 25 árini, fyri tykkara stóra arbeiði og umsorgan fyri brúkarum, og fari at ynskja Dáanum blíðan byr. Eg fari at enda við seinasta ørindi av yrkingini, “Tey standa og vagga og tráa”:
“Tá verða tey øks at tagna,
tí tað segði dáin satt:
Hvønn vøkstur Gud hevur fagnað,
og hvør eigur lívsins rætt!”
Takk fyri.