12.05.2014 · Almanna- og mentamálaráðið

Røða í sambandi við at endurmenningarstovan í Eysturoy lat upp

Røða í sambandi við at endurmenningarstovan í Eysturoy lat upp

Í dag er ein stórur dagur, nú endurmenningarstovan í Eysturoy loksins letur upp. Hetta hevur verið ein ætlan, sum hevur nøkur ár á bakið, men við miðvísum fólkum, sum ongantíð misti málið úr eygsjón, hava vit í dag eina nútímans endurmenningar¬stovu, sum fer at verða til stóra gleði og bata hjá nógvum brúkarum.

Ætlanin um at seta á stovn eina endurmenningarstovu varð umrødd í “Álitinum um rehabilitering í Eysturoy” frá 2009. Síðan tá hava Almannaverkið, Lions Eysturoy saman við Gigtafelagunum og Heilafelagnum samráðst um, hvussu tilboðið kundi skipast og setast í verk. Og hesum síggja vit úrslitið av í dag.

Tað er Almannaverkið, ið fer at samskipa og reka tilboðini, her í hølunum hjá Eysturoyar Ellis- og Røktarheim. Og hóast at tað ikki ber til at siga við vissa, hvussu stórur tørvurin er, so vita vit, at tilboðið hevur manglað, og at tørvurin er stórur.

Málbólkurin er serliga fólk í arbeiðsførum aldri, ið hava skerdan førleika, men sum við røttu og miðvísari venjing hava góð útlit at vinna førleikan aftur.

Umframt henda málbólkin, er samstundis ætlanin at eldri eisini fara at nýta tilboðini, sum endurmenningarstovan fer at veita.

At fólk missa førleika og tí ikki megna at arbeiða eins og fyrr, hevur fleiri dimensiónellar ávirkanir.

Eitt er, at arbeiðsgevarin missur arbeiðsmegina, sum hann hevur brúk fyri.

Eitt annað er at eisini arbeiðsplássið og starvsfelagar missa ein av sínum, og tað viðførir mangan eitt stórt tómrúm.

Eitt triðja er, at arbeiðstakarin, umframt at vera raktur av sjúku ella vanlukku, missur inntøku og tí skal til at tillaga sítt lív nýggja veruleikanum – um ikki annað í eina tíð.

Men harumframt missur arbeiðstakarin eisini sosiala felagsskapin, sum arbeiðið er fyri okkum øll, og hetta kann hava stórar avleiðingar fyri hin einstaka.

Sum Kári P. yrkti í kenda sanginum Kalli Kat:

“ - tað er fjálgt at pensjónerast av at gerast sekstifimm
men beiskt at missa farmin tí at árar leggjast inn”

Kanningar vísa, at vandin fyri at enda varandi uttanfyri arbeiðsmarknaðin, er størri jú longri tíðarskeið tú ert burtur frá arbeiðið. Eitt nú verður sagt, at er fráverutíðarskeiðið longri enn eitt ár, endar fimti hvør varandi uttanfyri arbeiðsmarknaðin – t.v.s. at tey koma slettis ikki aftur í arbeiðið. Hetta hevur sum sagt ikki bara stórar avleiðingar fyri hin einstaka, men eisini fyri arbeiðsgevaran og samfelagið sum heild.

Tí er tað umráðandi, at vit hava ein málrættaðan innsats, sum kann verða við til at hjálpa fólki aftur í arbeiðið. Her meti eg, at lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk hevur fleiri amboð, sum saman við góðum innsatsi frá leiðslu og starvsfólki á Menningardeplinum á Almannaverkinum, kann vera við til at tryggja at samlaði innsatsurin verður munadyggari.

Og at tað tá er eitt tilboð í nærumhvørvinum, ið kann hjálpa einum at fáa førleikan heilt ella partvís aftur, er tí ein stór hjálp fyri allar partar. Og at tað ber til at koma skjótt fram at endurmenningini, hevur eisini stóran týdning.

Tað er ein grunddrift í okkum menniskjum, at vit vilja vera sjálvbjargin, klára okkum sjálvi og at vit hava sjálvsavgerðarrætt á egnum lívið. Við røttu venjingini, sum endurmenningarstovan fer at veita og hjálpa sínum brúkarum við, er málið at hjálpa fólki aftur at gera sjálvbjargin.

Tað er tí ein sera týðandi uppgáva, sum starvsfólkini her fara at lyfta saman við Almanna-verkinum og leiðsluni á staðnum.

Eg fari at takka stigtakarar og áhugabólkar fyri teirra eldhuga og ágrýtni í hesum arbeiðið.

Í hesum sambandi fari eg eisini at bera eina serliga tøkk til Lions Eysturoy sum hevur savnað pening at keypa útgerð fyri. Hetta eru vit ómetaliga takksom fyri, bæði gávuna, men eisini áhaldandi áræði og viljan til at fáa tilvega stuðul frá kommununum í Eysturoynni og frá virkjum og fyritøkum. Takk fyri tað!

Eg vil eisini takka starvsfólkunum í Almannaverkinum og øllum øðrum, sum hava verið við í arbeiðinum at fáa gera hetta tilboðið til veruleika.

At enda fari eg at ynskja komandi brúkarum og starvsfólkum bestu eydnu við endurmenningar-stovuni og blíðan byr.

Takk fyri!

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum