01.10.2015 · Almanna- og mentamálaráðið

Røða tá Kvinnuhúsið helt 25 ára dagin

Røða tá Kvinnuhúsið helt 25 ára dagin

Fríggjadagin 1. oktober hátíðarhelt Kvinnuhúsið 25 ára stovningardag sín við eini móttøku í Perluni. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna helt eina røðu í hesum sambandi, har hon millum annað eisini avdúkaði nýggja faldaran: "Harðskapur við hús kann steðga". Til ber at lesa røðuna her:

Eg vil fegin nýta høvi at siga nøkur orð – og samstundis takka tykkum fyri, at tit skipa fyri hesum tiltaki – nú Kvinnuhúsið/ Kreppumið­støðin hátíðarheldur 25 ára stovningardag sín.

Nógv er broytt – tíbetur – hesi seinastu 25 árini. Tá Kvinnuhúsið sá dagsins ljós 1. oktober 1990, var tað millum manna fleiri sum hildu, at eitt tílíkt hús slettis ikki var neyðugt – fyri tað fyrsta, tí tað vóru ongar bukaðar konur, og - fyri tað næsta, so kom tað ongum við, hvat fór fram millum mann og konu innan fyri teir fýra veggirnar.

Men Kvinnuhúsið hevur hesi 25 árini so heilt víst prógva sítt tilveru­grundarlag, tí á hvørjum ári ringja, vitja, gista fleiri kvinnur og børn teirra í Kvinnuhúsinum.

Kvinnuhúsið hevur í fleiri ár skrásett allar áheitanir til Kvinnuhúsið, og við hesum hagtølum ber tí til at vísa á, hvussu stórur tørvurin er, og hvat slag av hjálp brúk er fyri. Útfrá hagtølum ber eisini til at staðfesta, at tørvurin á Kvinnuhúsinum er úr øllum heraðshornum í Føroyum, úr øllum aldursbólkum og úr øllum stættum. Tað er ógvuliga umráðandi og upplýsandi, at Kvinnuhúsið ger hesi hagtøl, tí tað er við vitan, at vit fáa bast fordómunum um, at harðskapur ikki er ein trupulleiki í Føroyum, og vit fáa sett inn, har tørvur er á tí.

Kvinnuhúsið hevur frá fyrsta degi av havt sum aðalmál at varpa ljós á harðskap og órættindi framd móti kvinnum og at veita harðskapsraktum kvinnum innivist. Kvinnuhúsið hevur seinastu 25 árini ment seg og sínar tænastur, soleiðis at Kvinnuhúsið í dag hevur eitt gott tilboð til kvinnur, sum eru útsettar fyri harðskapi ella á annan hátt hava tørv á hjálp. Skulu vit koma harðskapinum til lívs, so er neyðugt, at vit javnt og samt kunna og upplýsa um harðskap í parlagi og nærsambondum. Og kunning og upplýsing hevur eisini altíð verið eitt av aðalmálunum hjá Kvinnuhúsinum.

Kvinnuhúsið eigur tøkk fyri at varpa ljós á hesi, oftani viðkvomu evni, og hevur eisini altíð verið ógvuliga konstruktiv samstarvspartnari hjá politisku skipanini, og givið gott íkast til kjak og verið við til at seta hesi evni á dagsskránna.

Kvinnuhúsið var ein virkin luttakari at fáa eina heildarætlan um harðskap í parlagi og nærsambondum á breddan. Úrslitið er ein verkætlan við 18 átøkum, skipað undir heitinum “Sig frá!”, har ein samskipari hevur verið í starvi síðan 2012 í Almannamálaráðnum, til  burturav at seta í verk hesi 18 átøkini. Eitt av hesum átøkum er at veita sálafrøðiliga hjálp til harðskapsraktar kvinnur, sum Kvinnuhúsið tekur sær av. Eitt annað átak er sjálvhjálparbólkar fyri kvinnur, útsettar fyri harðskapi, sum sálarfrøðingurin eisini tekur sær av. At veita hjálp til sjálvhjálp er fyri nógvar vegur fram. Her kunnu tær deila upplivingar, tankar, kenslur  og stuðla hvørji aðrari at liva eitt lív uttan harðskap.

Eitt triðja átak at hesin faldarin “Harðskapur við hús kann steðga”, sum júst er komin úr prentsmiðjuni. Henda faldara fer løgreglan at hava við sær, tá hon verður kallað út til húsaófrið. Her verður greitt frá um tilboð um hjálp, bæði til tann harðskapsrakta og tann, sum fremur harðskapin. Og hesin parturin er jú eisini ógvuliga umráðandi at hava við, um vit skulu steðga harðskapinum.

Faldarin er gjørdur av Elini Winther Poulsen, samskipara av harð­skaps­verkætlanini, saman við Kvinnuhúsinum og Løgregluni, og fer eisini at liggja til taks á almennum støðum – eisini eitt flott og gott arbeiði!

Samgongan hevur eisini sett sær fyri at fremja mál á hesum økinum. Heildarætlanin um kynsligan ágang, sum er klár at seta í verk, verður sett í verk. Og vit hava sett okkum fyri at gera eina lóg um “stalking”/forfylging, sum tíverri eisini er ein trupulleiki í dagsins samfelag. Samstundis vilja vit dagføra revsilógina í mun til ásetingarnar um neyðtøku. Øll mál, sum Kvinnuhúsið saman við øðrum hava sett á breddan, og sum nú vera framd politiskt.

Eg fari at enda at takka øllum tykkum, sum løgdu lunnar undir, at Kvinnuhúsið bleiv ein veruleiki, og tøkk til Kvinnuhúsfelagið, til leiðslu, starvsfólk og ikki minst øll tit, sum arbeiða sjálvboðin í Kvinnuhúsinum og Kreppumiðstøðini – uttan tykkara hjálp hevði tað slettis ikki borið til at veitt hesa tænastu. Stóra tøkk til tykkara fyri tað!

Og hjartaliga til lukku við 25 ára degnum!

Takk fyri!

Eyðgunn Samuelsen

Landsstýriskvinna í almannamálum