02.05.2016 · Almanna- og mentamálaráðið

Røða til 60 ára hald á Skúlanum við Áir, 29. Apríl 2016

Røða til 60 ára hald á Skúlanum við Áir, 29. Apríl 2016

Fríggjadagin 29. apríl hátíðarhelt Dugni 60 ára stovningardag sín, bæði á deildini á Hjalla, á Skúlanum við Áir og deildini á Kambsdali. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna bar fram hesa røðu á Skúlanum við Áir:

Góðan dag øll somul

Hjartaliga til lukku við 60 ára degnum. Hjartaliga til lukku til tykkum øll, sum hava verið við til at leggja lunnar undir virksemið hjá Dugna og Skúlan við Áir, hava starvast og nú starvast her, fyrrverandi og nú verandi næmingar, stýrislimir og leiðsla. Og takk fyri, at tit skipa fyri hesum stórbæra føðingardegi, sum er í allan dag, og er bæði í Havn, her við Áir og seinni í dag á Kambsdali. 

Tað er umráðandi at halda merkisdagar. Vit steðga á og líta aftur á alt tað, sum er bygt upp og broytt hesi árini; vit minnast góð átøk og gleðisløtur; samstundis sum vit líta frameftir, og seta okkum nýggj mál at røkka. Samstundis varpa vit ljós á Dugna og alt tað fjølbroytta virksemið, sum Dugni hevur at bjóða, so eisini tey, sum ikki kenna Dugna eins væl og vit, fáa møguleika at fáa nærri innlit í henda týðandi stovn. 

Menningin hesi seinastu 60 árini hevur verið stór, bæði í samfelagnum og á Dugna. Hetta fara aðrir røðarar at koma nærri inn á, og fari eg tí ikki at koma inn á tað sjálv. Men eitt haldi eg, at eg havi hug at taka fram. Her á Dugna er fokus á tað, sum einstaka menniskja dugir og megnar, heldur enn at fokus á tað, sum ein ikki megnar. Hetta er sera lívsjáttandi, og eg haldi, at tað hevur eydnast tykkum ógvuliga væl at hava hetta fyri eyga í øllum tí, sum tit gera. Dugni hevur í dag eitt sera jaligt umdømi, og er ein sjónligur og týðandi leikari í dagsins samfelag.

Tað er tíverri ein av lívsins fortreytum, at summi eru meiri skerd enn onnur. Summi eru fødd inn í truplari umstøður enn onnur. Onnur hava truplari at læra enn onnur. Lívið er ikki líka lætt at liva hjá øllum. Og um vit hyggja at býtinum av mótgongd, sum hvørt einstakt menniskja fer ígjøgnum, so er lívið ofta órættvíst. Men tað er ikki hetta, sum er tað avgerandi. 

Tað, sum tað ofta snýr seg um, er okkara hugburður til okkara avbjóðingar. Eg eri errin av, at tit sum hava verið og eru næmingar her á skúlanum við Áir, hava tikið lívið í egnar hendur – við teimum førleikum og avmarkingum, sum tit í hvør sínum lagi hava.  Tað krevur meira av tær, at taka hetta stigi, tá tú hevur ymsar avbjóðingar. Tað krevur at tú trýr upp á seg sjálvan, at tú hevur viljan, tá tú velur at fara á skúlabonk aftur, eftir at tú annaðhvørt av sosialum ella fakligum orsøkum, vart noyddur at kasta frá tær. Og her hava verið nógvar sólskinsøgur á skúlanum gjøgnum árini. 

Vit mugu ikki gloyma avgerandi leiklutin, sum skúlin við Áir hevur havt í tykkara úrsliti. Skúlin hevur trúð upp á hvønn einstakan næming, og í tøttum samstarvi millum næming og lærarar, hevur tað eydnast at koma á mál – antin her ella aðrastaðni á Dugna. Skúlin gongur á odda at geva vinnutarnaðum møguleika at skúla seg ella umskúla seg, og persónliga eri eg glað um tað stóra arbeiðið, sum skúlin ger. 

Við sínum tilboðum ger Skúlin við Áir sanniliga sítt til at gera føroyska arbeiðsmarknaðin í Føroyum rúmligari. Uttan ótroyttiliga arbeiðið hjá skúlanum hevði tað gingið striltið at fingið so nógv fólk aftur á skúlabonk, so tey kunnu gerast virkin á arbeiðsmarknaðinum á hædd við onnur. 

Eg fari at enda at takka fyri, at eg var boðin við at hátíðarhalda henda stóra dag, og eisini takka fyri at eg fekk høvi at siga nøkur orð. Ein serlig tøkk til stýrið, leiðslu og starvsfólk fyri tykkara stóra lut í at geva næmingunum á skúlanum nýggjar vónir og veingir at flúgva við – út í samfelagið og framtíðina.

Takk fyri!

 Myndir frá tiltakinum: