30.01.2015 · Almanna- og mentamálaráðið

Røða til familjutiltak hjá Beranum

Røða til familjutiltak hjá Beranum

Hetta vikuskiftið skipar Sorgarbólkurin Berin fyri familjutiltaki á Háskúlanum, og í hesum sambandi bar Annika Olsen, landsstýriskvinna, røðu fram.

---

Góðu tit øll,

Takk fyri, at eg eri boðin her í kvøld at siga nøkur orð, nú tit eru komin á Háskúlan at luttaka í vælumtókta familjutiltakinum hjá Beranum.

”At vága er at missa fótafestið eina løtu. Einki at vága er at missa sjálvt lívið.”

Soleiðis tók kendi heimspekingurin Søren Kierkegaard til, og vit kundu eisini sagt hetta við orðunum hjá Hans Andreasi Djurhuus: ”Um tú snávar, miss ei fótafestið.” Tí tað er munur á at snáva og at missa fótafestið.

Sorg og tað at missa eru eini grundkor hjá okkum menniskjum, um vit á nakran hátt váða at fara í holt við okkara medmenniskjur. Og tað gera tey flestu av okkum tíbetur.

Tað sigst um sama Søren Kierkegaard, einaferð hann skuldi ugga ein vin, ið hevði mist ein kæran, at hann klappaði honum á økslina og segði: Hetta kemur tú aldrin yvir!

Og rætt hevði hann, tí tungar løtur og mótgang skulu vit ikki koma yvirum, men koma ígjøgnum.

Tað er tí vert at minnast, at lívið og gleðin altíð koma í fyrstu røð. Deyðin kemur í aðru røð. Tí var einki lív, var heldur eingin deyði. Á sama hátt er gleðin tað primera, sorgin er sekunder.

Kendu vit ikki gleðina, kendu vit heldur einki til sorg.

Søren Kierkegaard átti seks systkin, og fimm teirra doyðu í ungum aldri. Men einastaðni skrivar Kierkegaard, at hann saknar meira beiggja sín, ið doyði næstan tjúgu árum frammanundan sum smádrongur, enn hin eldra beiggjan, ið var farin stutt frammanundan, hann skrivaði hetta.

Hetta kann ljóða øvugt, men tó so natúrligt. Tí hóast tíðin kann lekja og grøða, so gloyma vit ongantíð ein kæran, ið stóð okkum nær, men vit biðja um styrki til at bera minnini um tey við virðing og tign.

Vit eiga at lata sorgina taka ta tíð, hon tekur, men minnast til at gleðast samstundis. Vit eiga at hvíla í gleðini frá góðum minnum. Tí renna undan sær sjálvum og sínum egna lívi, tað kann eingin.

Sorgin er kærleikans prísur. Tá vit byrja eitt samlív við kærleika saman við einum øðrum menniskja, endar hetta altíð við sorg. Tí tá eitt menniskja doyr, endar kærleikin ikki. Kærleikin er størri enn deyðin og livir longri enn deyðin. Tá eitt menniskja fer, standa vit eftir við okkara kærleika til hetta menniskja, og tí kann hetta kennast sum heimleysur kærleiki.

Tí sum menniskju eru vit skapað soleiðis, at vit í øllum lívsins viðurskiftum vænta okkum at fáa okkurt afturfyri. Eisini tá talan er um kærleika.

Sum menniskju eru vit eisini soleiðis samanskrúvað, at alt hjá okkum skal geva meining. Eisini sorgin. Men tað er ein royndur lutur hjá nógvum, at sorgin kann tykjast meiningsleys.

Kendi danski rithøvundurin Aksel Sandemose, misti son sín Erik, meðan Erik enn var smádrongur. Sorgin yvir sonin gjørdi, at Sandemose fullkomiliga gavst at skriva. Ein dagin kemur ein av góðu vinum hansara, sum var málari, á vitjan og spyr, um hvussu tað gongur við skrivingini. Sandemose sigur sum er og leggur aftrat, at hvørja ferð hann setur seg við skrivimaskinuna, so kemur andlitið á soninum fram á hvíta pappírinum. Sandemose spyr síðani sín góða málaravinmann, hvat hann hevði gjørt, um eitt andlit alla tíðina var ímillum hann og staffeliið. Til tað svaraði vinmaðurin: “Eg hevði málað andlitið”. Tað gjørdi hann so. Og burturúr kom ein av týdningarmiklastu skaldsøgunum í donsku bókmentasøguni, Vegurin til Jericho.

Henda lítla anekdotan sigur okkum í fyrra lagi, hvussu lemjandi sorgin yvir at missa, rakar tey nærmastu. Í øðrum lagi sigur minnir hon okkum á, hvussu týdningarmikið tað er at samskifta um sorgina – at seta orð á. Hjá hesum báðum listafólkunum var úttrykkið ávikavist at skriva og at mála. Hjá teimum børnum, sum ganga í sjálvhjálparbólkum hjá Beranum, er tað samrøðan við onnur, ið kenna somu sorg.

Søren Kirkegaard hevur millum annað eisini sagt, at fyri at vera ein góður sálarhirði ella sálarfrøðingur er neyðugt, at tú kanst kenna samkenslu og dugir at seta teg inn í støðuna hjá tí, sum syrgir.

Júst tí, er virksemið hjá Beranum, so týdningarmikið og gevandi. Tí hjá Beranum fáa børn og ung møguleikan at tosa við onnur, sum kenna somu kenslur. Børn sum hava verið fyri líknandi upplivingum, og tí tosa sama mál.

Hjá Beranum verður hetta rúmið skapt, har akkurát tey, sum eru allarbest før fyri at seta seg inn í støðuna hjá hvørjum øðrum, hittast og tosa saman og lurta eftir hvørjum øðrum. Ein samrøða um sorgina, vreiðina og pínuna, sum tey kenna í kroppinum og í hjartanum. Og áminningina um, at tey eru ikki einsamøll við sorgini.

Her verður andlitið málað og bókin skrivað. Hetta hjálpir og ger, at hóast vit hava snáva, so vera vit hjálpt, soleiðis at vit ikki fótafesti. Og tað ber til at kenna eydnu aftur, hóast tú hevur mist.

Tit í Beranum gera eitt stórt og týðandi arbeiði, og tað takki eg tykkum so hjartaliga fyri.

Við hesum fáum orðum fari eg at ynskja tykkum eitt framhaldandi gott vikuskifti. Eftir skránni at døma, er nógv stuttligt og spennandi á skránni, so eg ivist onga løtu í, at hetta verður eitt gott og minniligt vikuskifti. Eg fari ynskja tykkum øllum alt tað besta.

Takk fyri!

Annika Olsen, landsstýriskvinna