04.12.2020 · Almanna- og mentamálaráðið
Røðan hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í sambandi við altjóða dagur teirra, ið bera brek

Tað er so lætt at gloyma mein í annans bein. Vit skulu altíð minnast tey, sum hava serligan tørv. Eisini – og serliga - tá vit leggja til rættis og skipa okkara samfelag. Vit skulu læra okkum at minnast tey, tá vit byrja uppá almennar verkætlanir, og í øllum almennum virksemi annars. Vit eiga at minnast til, at forðingar skulu beinast av vegnum, soleiðis at vit øll á jøvnum føti kunnu virka og liva her.
Hetta segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, millum annað, tá hon bar fram røðu í gjár, 3. desember, ið er altjóða dagur teirra, ið bera brek.
MEGD hevði skipað fyri tiltakið, har dagurin varð hátíðarhildin við røðum og framløgum, sum vegna Koronu, varð stroymt á heimasíðuni hjá MEGD.
Til ber at lesa alla røðuna hjá landsstýriskvinnuni her.