Røðan hjá landsstýriskvinnuni í samband við at Nærverkið flytur á Smyrilsveg
Góða samkoma,
Fyrst av øllum vil eg ynskja tykkum starvsfólkum og leiðslu í Nærverk eitt hjartaligt tillukku við nýggju stásiligu hølunum. Fyri eina sambandskvinnu sum mær, er tað eyka stuttligt, at tit nú flyta úr gamla Sosialinum niðan í gomlu Dimmu. Tað taki eg undir við.
Haldi at tað var í 1985, at húsið varð klárt hjá Dimmu at flyta inn í, so talan er um rímiliga nýggj hús, og eru tey ivaleyst sera væl egnaði til nýggja virksemið.
Nýggju hølini verða karmur um nógv virksemið. Framyvir skulu Heimatænastan, Børn- og ung, Stuðulstænastan, Lønardeildin, Bókhaldið og KT húsast undir hesi lon. Og beint hinumegin vegin liggur Almannastovan, so talan verður um eitt miðsavnað fakligt umhvørvi fyri sosialar tænastur og veitingar til borgaran.
Hetta hevur fleiri eyðsæddar fyrimunir við sær. Fyrst og fremst lættir tað um hjá viðskiftafólkunum, at fleiri hurðar í býnum verða savnaðar til eina hurð á einum stað. Tað økir um tænastuna.
Somuleiðis verða fleiri starvsfólk savnað á einum stað, og tað kann geva fakliga menning og størri trivnað millum starvsfólkini.
Fyri tað triðja, so er hetta ein skilagóð rationalisering í krónum og oyrum. Avgerðin hjá tykkum um at leiga hesi hølini og sleppa leigumálunum, sum liggja spjadd runt í býnum - av Argjaboða til Skálatrøð – hevur við sær stóra árliga sparing.
Hetta verður ein sparing í rakstrinum, sum so aftur kann koma borgaranum til góða, tí tær krónur, sum vit minka í umsiting, kunnu kanaliserast til brúkaran. Hetta er í grundini tann heilt stóra avbjóðingin í dag, nú vit gerast fleiri og fleiri, ið hava tørv á hjálp.
Tí mugu vit fáa meira tænastu fyri pengarnar. Og tað gera vit við samskipan, samstarvi og skilagóðum rationaliseringum.
Eg vil at enda rósa tykkum fyri tað framskygni og góðu planlegging, ið tit hava víst við hesari flyting. Ein betri tænasta til borgaran hevur verið í aðalmálið, og tað hava tit megna – fyri færri pengar.
Takk fyri!