Røðan hjá Rósu Samuelsen í samband við tiltakið "Steðgi harskapi móti kvinnum"
Tibetanski munkurin Dalai Lama sigur einastaðni “Ein kærur andi í heimi tínum er grundvøllurin fyri tínum lívi”.
Fyri tey flestu er heimið knýtt við nakað trygt. Kenda orðatakið “úti er gott, men heima er best” lýsir eisini hesa grundleggjandi fatan.
Tað er í tí trygga heiminum, at teir fyrstu spírarnir til menningina hjá menniskjanum verða settir. Tað er í heiminum, at tú brynjar teg til lívsins avbjóðingar. Tað er heima, at tú kanst steðga á, anda út og vinna orku til morgindagin.
Soleiðis er tað tó tíverri ikki hjá øllum.
Sjálvt um tað er revsivert, so eru alt ov nógvar kvinnur og børn fyri harðskapi, har tey áttu at kent seg allarmest tryggan – nevniliga í heiminum.
At tað so eisini er ein sum tú ert góður við, sum fremur harðskapin, ger tað enn truplari.
-------
Harðskapur móti kvinnum kann á ongan hátt góðtakast. Tað haldi eg at vit øll eru samd um. Kortini er tað hvønn dag onkur, ið fremur hendan ágang.
Fyrr var hugburðurin, at harðskapur í familjuni var ein trupulleiki, sum hoyrdi til innan teir fýra veggirnir í heiminum. Í dag er tað tíbetur øðrvísi. Bæði her í Føroyum og í heiminum kring okkum, verður harðskapur móti kvinnum sæð sum ágangur á tað persónliga frælsi og eitt brot á mannarættindini.
Ofta hava vit lyndið til at knýta harðskap saman við fysiskum ágangi. Men vit eiga ikki at gloyma tann sálarliga ágangin, sum í fyrstu syftu ikki er eins sjónligur, men sum frá líður hevur eins stórar avleiðingar fyri kvinnuna, børnini og familjuna.
-------
Grundleggjandi er harðskapur ein háttur at loysa eina konflikt. Ein óbúgvin, ósiðiligur og sera lítið rættvísur háttur at loysa ósemjur. Harðskapur er eisini eitt útrykk fyri fullkomiligt máttloysi.
Hóast dømir eru um harðskap móti monnum, sum heldur ikki skal góðtakast, so eru tað nógv fleiri tilburðir av harðskapi móti kvinnum.
Tá menn fremja harðskap móti kvinnum, er tað ein manifestatión av einum grundleggjandi ójavna millum kynini – og tí eisini ein javnstøðutrupulleiki. Harðskapurin er eitt tekin um manglandi javnvirði og virðing millum mann og kvinnur.
Eg havi bæði sum privatpersónur og sum politikari fingið at hoyra søgur um harðskap í heiminum. Hesar frásagnir hava eitt í felag – tær vóru fortaldar í tátíð.
Altso aftaná, at viðkomandi var komin úr tí ræðuleika, sum tað var at liva í einari harðskapsraktari familju. Hetta gevur eina ábending um, at hetta evnið enn er fevnt av tabu og larmandi tøgn.
------
Eisini eftir at tiltakið í dag var sett á breddan og fleiri fjølmiðlar hava sett sjóneykuna á trupulleika, havi eg fingið áheitanir bæði frá kvinnum, sum hava verið fyri harðskapi, og frá fólki, ið eru vaksin upp í einum heimið við harðskapi.
Hesar lagnusøgur er einki annað enn skelkandi. Og tær menniskjaligu avleiðingarnar eru vanlukkuligar. Tær greiða frá heimum fullum av ótta og einari ótømandi skuldarkenslu hjá øllum í húskinum. Spurningurin sum settur verður er HVÍ, hví gjørdi eingin nakað?
Sambært hagtølum frá Kvinnuhúsinum, ringdu 120 ymiskar kvinnur inn at spyrja um ráð og hjálp. Hesar kvinnur eru mammur hjá 211 børnum, og sostatt setir harðskapurin spor ígjøgnum fleiri ættarlið. Hetta er sera álvarsligt av fleiri orsøkum.
Fysisku og sálarligu meinini úr barnaárinum geva ógvuslig árin seinni í lívinum. Harðskapur í heiminum hevur stóra ávirkan á trivnað og heilsu hjá børnunum, og enda fleiri av teimum í óndari ringrás við oyðileggjandi atburði og sálarligum og sosialum trupulleikum.
Tíverri verður sagt at harðskapur fer í arv. Kanningar úr Danmark vísa, at dreingjabørn, ið hava upplivað harðskap í heiminum, hava tíggju ferðir so stór sannlíkindi fyri sjálvir at fremja harðskap seinni. Offrið verður bøðil.
-------
Sá á portalinum, at ein tilburður av harðskapi kann kosta landinum upp í 65.000 krónur. Sum útgangsstøði, eri eg einki fyri, at vit seta krónur og oyru á slíkar vanlukkur, men eg skilji avbera væl endamálið.
Tað tykist sum um, at vit politikarar taka ikki mál í álvara, uttan vit vita hvussu nógv tað kostar samfelagnum. Hetta rákið hevur tikið dik á seg, nú búskaparliga lotið hevur verið okkum ímóti.
Hetta er serliga galdandi, tá ið talan er um at styrkja fyribyrgjan. Tá hoyri eg javnan spurningar um, hvat tað kostar og hvat fáa vit afturfyri. Tað er nú soleiðis, at politikarar sjáldan hugsa meira enn eitt valskeið í senn, so ikki er uppgávan altíð so løtt.
Men við at seta krónur og oyru á, so kenst uppgávan meira viðkomandi og atkomulig hjá politisku skipanin. Og júst hetta var tátturin í danska tíðarritinum Mandag Morgen herfyri.
Her hevði man gjørt eina umfatandi kanning um fyribyrgjandi tiltøk fyri at forða fyri sosialum vanlagnum. Og so settu tey krónur og oyru á. Fyribyrgjandi tiltøkini vóru, at seta tíðliga inn í t.d. familjum sum vóru raktar av harðskapi, og seta neyðugar fyriskipanir í verk, áðrenn oyðileggjandi árinini høvdu sett spírar.
Niðurstøðan varð, at ein munagóð íløga í fyribyrging, vildi útloysa ein búskaparligan vinning á 14 milliardir krónur um árið fyri danska samfelagið.
Uttan at samanbera Føroyar og Danmark annars, so vildi ein óvísindalig umrokning til føroysk viðurskifti geva ein árligan vinning á yvir 100 milliónir árliga fyri almannaverk, heilsuverk, kommunur, rættarskipan, politi o.s.fr.
------
Hetta eru ógvislig tøl, sum tala sítt týðiliga mál. Men uppgávan er eisini stór og krevur stóra orku at fáa bukt við.
Í innbjóðingini til hetta tiltakið bleiv eg spurd, hví vit í Føroyum ikki hava eina heildarætlan at fyribyrgja og steðga harðskapi móti kvinnum. Víst var eisini til sonevndu CEDAW frágreiðingina hjá ST, har atfinningar eru um vantandi hagtøl og regluverk um hetta álvarsliga mál.
Eg má viðganga, at orsøkin einfalt er, at vit politiskt hava raðfest onnur mál, men tó so, Eitt ávíst samskifti hevur verið við løgmann um hesi viðurskifti, og eg veit at hann tekur hetta í størsta álvara.
Sum er, so hava vit tilboð og fyriskipanir á økinum – eitt nú Kvinnuhúsið og barnaverndararbeiði, fyri at nevna okkurt á almannaøkinum – og hesi arbeiða væl við hesum álvarsliga samfelagstrupulleika.
Men hetta er ikki nóg mikið. Eg haldi sjálv, at tað hevði verið betur og ynskiligt at havt eina heildarætlan á økinum, so vit kundu gjørt ein skipaðan innsats uppá tvørs av ráðum og fakøkjum.
Tá onnur norðurlond hava gjørt heildarætlanir á økinum, so hevur tað verið tvørfakligt samstarv. Tað hevur verið mett avgerandi, at fyri júst hesi harðskapsmál er neyðugt við einari breiðari tilgongd til, hvussu vit betra um stuðulin til tey harðskapsraktu, og steðga harðskapinum í vavi.
Harðskapur í heiminum hevur nógvar orsøkir og andlit. Tí mugu vit seta inn við bæði rættarskipan, almannaverk og heilsuverk. Skal ein slík heildarætlan eydnast, mugu vit arbeiða tætt saman við teimum mongu sjálvbodnu, sum hvønn dag gera eitt stórt og hjartanemandi arbeiði fyri at stuðla teimum harðskapsraktu.
At enda vil eg bera tykkum fyrireikarum eina hjartans tøkk fyri at varpa ljós á hetta álvarsliga mál. Tað er eitt kærkomið høvið hjá okkum í politisku skipanini at viðgera spurningin.
------
Nógvir ymiskir fyrireikarar eru, vit kunnu kalla tað eitt tvørfakligt toymi. Við hesum hava tit víst á, at trupulleikin er fleirtáttaður og viðkomandi fyri nógvar ymiskar partar.
Tað er mín vón, at vit eisini frá politiskari síðu fáa sett eitt lið, ið kann arbeiða tvørfakligt fyri at forða fyri harðskapi móti kvinnum.
Takk fyri.