Røðan sum landsstýriskvinnan helt í samband við innsavning til frama fyri Barnabata
Sunnukvøldið helt landsstýriskvinnan í almannamálum røðu í samband við at Barnabati skipaði fyri landsinnsavnan.
-----
Fyrst vil eg takka fyri, at eg eri boðin við til hetta frálíka tiltak í Norðurlandahúsinum í kvøld. Eg vil takka tykkum fyrireikarum fyri at varpa ljós á hetta týdningarmikla evnið við innsløgum til gamans og álvara. Eisini fær Kringvarpið eina tøkk fyri, at varpa út tiltakið í øll heim kring landið.
Vónandi ber hetta ávøkstur, so tit í Barnabata fáa tann stuðul tit hava uppiborið.
Barnabati hevur síðani tað bleiv stovnað í 1980, arbeitt fyri rættindunum hjá børnum. Men hvørji rættindi hevur eitt barn í Føroyum í dag?
Jú, sum útgangsstøði hevur tú fleiri rættindi jú eldri tú blívur. Beinanvegin eftir føðing hevur tú rættindi, tí innan seks mánaðir skal barnið hava navn. Tá tú blívur tvey ár, hevur tú rætt til títt egna setur í flúgvaranum, tá tú fert út í heim.
Frameftir fært tú, sum barn rætt til ansingarpláss, og síðan rætt til undirvísing í skúlanum. Seinni fært tú sum barn, fleiri rættindi til ávirkan á viðurskifti kring títt egið lív. Tín rødd og tín støða skal hoyrast til dømis við hjúnaskilnaði, eftir at tú ert blivin tíggju ár, og tá tú ert tólv ert tú við í avgerðini, um foreldur vilja ættleiða teg, ella um foreldrini ætla at skifta eftirnavn.
Síðustillað, við at børn fáa fleiri rættindi, fylgja eisini fleiri treytir. Kriminelli revsialdurin, er fimtan ár. Soleiðis heldur tað fram, til børn eru átjan ár og harvið tá tú fær valrætt, kann taka koyrikort og so framvegis.
Barnaverndarlógin hevur til endamál at tryggja, at børn, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur. Dentur skal leggjast á at finna loysnir, sum eru best fyri barnið.
Hetta eru nøkur av grundleggjandi rættindum hjá einum barni í Føroyum í dag. Nøkur rættindi, ið vit taka fyri givið, men tað er týdningarmikið at minnast til, at hesi eru ikki givin rættindir, men vunnin eftir tógvið stríð.
Og kvøldið í kvøld er ein áminning til okkum øll, at tað eru felagsskapir sum Barnabati, sum hava gingið - og framvegis ganga - á odda í hesum stríðið.
-------
Eg havi ómetaliga stóra virðing fyri tí sosiala arbeiði, ið felagsskapir sum Barnabati gera fyri gerandisdagin hjá børnum og ungum í Føroyum. Arbeiðið tykkara hvílir grundleggjandi á næstakærleika og tí empatisku kenslu, at vit skulu hjálpa teimum, ið hava tørv. Og tað vil eg siga tykkum stóra tøkk fyri.
Eg vil minna á, at sjálvboðið sosialt arbeiði er ein av grundarsteinunum undir okkara vælferðarsamfelag. At hava umsorgan fyri hvørjum øðrum er ein sera týdningarmikil lutur í allari menniskjaligari samveru, og er í grundini eisini grundarsteinurin undir tí vit kallað vælferðarsamfelagið.
Søguliga hava teir sjálvbodnu felagsskapirnir spælt ein avgerandi leiklut, tá tað kemur til tey, sum hava størsta tørvin. Nógvar av teimum tænastum, ið tað almenna veitir í dag eru úrslit av slóðbrótandi arbeiði, sum privatir felagsskapir hava tikið stig til. Serliga tá neyðugt er við tøttum menniskjaligum sambandi, og har tað er avgerandi at seta einstaklingin í miðdepilin.
Tí havi eg ta fatan, at felagsskapir sum Barnabati eiga at verða eggjaðir at halda fram við sínum arbeiði. Vit, sum seta karmarnar, eiga at skapa neyðugu fyritreytirnar fíggjarliga og fyrisitingarliga, soleiðis at sjálvbodna arbeiðið kann mennast í samstarvi við tað almenna, heldur enn í kapping við tað almenna.
Eitt gott dømi um hetta samstarv er “Tú og eg”-verkætlanin hjá Barnabata. Barnabati er privatur felagsskapur og liggur ikki undir Almannamálaráðnum, men hóast tað fær felagsskapurin stuðul til partar av sínum virksemi frá Almannamálaráðnum.
Í samband við at verkætlanin “Tú og eg” fór av bakkastokki, trífaldaðist stuðulsjáttanin úr 50.000 í 150.000 krónur, sum skuldi tryggja raksturin av ungdómsráðgevingini.
Fyri meg er tað týdningarmikið, at landið ikki yvirtekur fulla fíggjarliga ábyrgd av virkseminum hjá einum felagsskapi. Eg haldi ikki at tað er rætt, at vit kvala drívmegina í tí privata initiativinum, við at leggja felagsskapir sum Barnabata undir allar tær fyrisitingarligu og roknskaparligu treytir, ið ein almennur stovnur hevur.
Men tað almenna skal tryggja eitt fruktagott útgangsstøði.
Eg veit fullvæl, at tað verður gjørt nógv fyri at fáa stuðul aðrastaðni frá. Tað er kvøldið í kvøld eitt gott dømi um. Og soleiðis eigur tað eftir mínum tykki eisini at vera.
Felagsskapir eins og Barnabati, eiga eisini at leita sær peningaligan styrk frá øðrum stuðlum, eitt nú kommunum, privatum fyritøkum - so sum tryggingarfeløgum og bankum - og privatpersónum, soleiðis at tey kunnu halda fram við sínum gagnliga virksemi, uttan køvandi krøvini frá einum almennum regluverki.
Lyfta vit í felag, eigur tað at bera til – og tað ber til. Barnabati ber prógv um tað.
Við einum sovorðnum tiltakið, eru tit eisini við at seta orð á trupulleikan og bróta tøgnina hjá fleiri, soleiðis at ein hurð er opnað, so onkur av okkara børnum og ungu, hava fingið fyrstu útrættu hondina.
Góða eydnu framyvir og stóra tøkk fyri tað stóra arbeiði tit gera.
Takk fyri!