Týsdagin og mikudagin var landsstýriskvinnan í almannamálum á áhugaverdari kunningarferð í Suðuroy. Vitja varð á sambýlum, verkstaði og ellis- og røktarheiminum á Tvøroyri, umframt á Almannastovuni og Heimatænastuna.
Í viðmerking sigur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna:
“Eg varði av einum tyssi av tilboðum og tænastum til eldri og fólk við serligum tørvi. Eg kenni tað tí sum mína ábyrgd at vitja í økjunum og síggja hvussu gerandisdagurin sær út hjá teimum, ið hava gagn av hesum tilboðunum og hjá starvsfólkunum, ið eru um tey.
Vit vóru á fleiri áhugaverdum og lærandi vitjanum, har onkur var ikki sørt rørandi. Eg haldi meg hava fingið gott innlit í hvussu fólk búleikast og búfólkini tyktust at trívast avbera væl har tey hildu til.
Allastaðni møttu vit engagerað og nærløgd starvsfólk við stórum hjartarúmi. Og hóast fysisku karmarnir í støðum kanska ikki vóru eins tíðarhóskandi, so megna starvsfólkini saman við búfólkunum at skapa ein virðiligan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag.
Tí er tað eisini at fegnast um, at vit um stutta tíð lata upp eitt nútíðarhóskandi heim til eldri í Vági, sum fara at lata upp fyri nógvum nýggjum møguleikum í eldrarøktini í Suðuroy”.
Við á rundferðini vóru eisini leiðslan í Nærverk og embætisfólk úr Almannamálaráðnum.