
Rósa Samuelsen var í farnu viku á áhugaverdari kunningarferð í Vágum, og vitja var á sambýlum, verkstøðum, dagtilhaldum og á ellisheiminum Á Sýnini. Við á rundferðini vóru leiðslan í Nærverk og embætisfólk úr Almannamálaráðnum.
Landsstýriskvinnan og embætisfólkini fingu høvið at skifta orð um leyst og fast við starvsfólk og fólk á heimunum.
“Sum landsstýriskvinna í almannamálum varði eg av eina rúgvu av stovnum og sosialum tilboðum kring landið, og eg kenni tað sum mína ábyrgd at ikki bert verða kunnaður um viðurskiftini, men eisini at vitja úti í økinum. Tað skildi eg starvsfólkunum og teimum, ið hava sína dagligu gongd á hesum støðum”, siðgur Rósa í viðmerking eftir stovnsvitjanina.
Vitjanin í stuttum
Vitjanin byrjaði á stásiligu sambýlunum fyri sinnisveik í Sandavági. Málningar, sum núverandi og fyrrverandi búfólk hava málað, prýða veggirnar. 10 fólk búgva á stovnunum og onkur teirra fer til arbeiðis í nærumhvørvinum, meðan onnur fara á verkhúsið í Sørvági. Landsstýriskvinnan fekk møguleika at síggja kamari hjá onkrum av búfólkunum og Signa Andreasen, leiðari, greiddi stutt frá virkseminum á stovnunum.
Síðani gekk leiðin til Sørvágs. Fyrst varð vitjað á verkhúsinum har fólk høvdu úr at gera við at fyrireika árligu jólasøluna. Ymiskt er hvussu fólk eru fyri, men øll eru í gongd og framleiða eftir førimuni. Susan Tausen, leiðari, vísti eisini Rósu sambýlið, sum liggur uppi á verkstaðnum. Har búleikast trý ung fólk og tey nýttu høvið til vísa evnir síni innan teldu og tónleik.
Leiðing gekk eisini til sera hugnaliga og heimliga ellis- og røktarheimi á Sýnini við tí avbera vakra útsýninum. Leiðarin greiddi frá at tey hava gjørt innanhýsis bygnaðarbroytingar, soleiðis at tað nú eru fýra deildir ístaðin fyri ein deild. Tað merkir eitt nú, at fólk nú sita í smærru toymum á deildunum og eta. Landsstýriskvinna skifti orð við starvsfólk um ætlaðu integratiónina við Heimatænastuna.
Økisleiðarin, Sonja Klein, og leiðarin á røktarheiminum, Anna Dánjalsdóttir, greiddu eisini frá teimum góðu royndunum av einum venjingartilboðið, sum verður samskipað millum økisterapeutin, fysio- og ergoterapeutar á Mørkini og á Sýnini. Venjingartilboðið er úrslti av góðum samstavi millum land og kommunri og sera stór undirtøkan hevur verið fyri hesum.
Eftir ein betri bita gekk leiðin aftur til Havnar. Rósa Samuelsen hevur nú vitjað á stovnum í Eysturoynni, Norðoyggjum og í Vágum. Í næstum er ætlanin at vitja hini økini í landinum.
Fleiri myndir eru at síggja niðanfyri.