Í dag viðger Løgtingið tvær ætlanir nýggjar bústaðir til børn og vaksin við serligum tørvi. Talan er um verklagslógirnar um sambýli til sálarsjúk í Havn og um nýggjan stovn til børn og ung við fjølbreki í Eysturoynni. Í stuttari viðmerking sigur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna:
“Eg fegnist um, at vit nú fáa sett hol á tvær týdningarmiklar verkætlanir, sum bøta munandi um karmarnar hjá børnum við fjølbreki og sálarsjúkum vaksnum. Tað er eingin loyna, at núverandi umstøðurnar hjá hesum fólkum eru bæði óvirðiligar og ótíðarhóskandi, og tí er tað í tøkum tíma, at vit fáa gongd á nýbyggingina”.
Stovnur í Eysturoynni til børn og ung við fjølbreki
Nýggi stovnurin skal ætlandi hýsa einum dagtilboði til 12 børn og ung, umframt eina umlættingardeild til átta børn og ung. Stovnurin kemur at loysa av stovnin Reiðrið, sum ikki longur hevur nøktandi hølis- og atkomuviðurskifti. Útreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi vera 24 mió. krónur.
Við nýggja stovninum verður mett, at tørvurin á dag- og umlættingartilboði verður nøktaður nøkur ár fram í tíðina. Ætlandi skal stovnurin standa klárur í 2013.
Sambýli í Tórshavn til fólk við sálarsjúku
Ætlanin er at byggja sambýli í Tórshavn til fólk við sálarsjúku. Byggingin kemur at fevna um eitt siðbundið sambýli, men talan verður um øðrvísi bústaðarkarmar enn teir, sum vit kenna í dag. Ætlanin er at byggja smærri íbúðareindir heldur enn størri sjálvstøðugar íbúðir. Millum 12 og 16 íbúðir vera tilsamans í sambýlinum.
Kostnaðurin er mettur at vera 16 mió. krónur og tekur fyrireiking og bygging umleið 18 mánaðir.