16.06.2025 · Almanna- og mentamálaráðið

Saman um javnstøðu – felags ábyrgd og felags mál

Saman um javnstøðu – felags ábyrgd og felags mál

Føroya landsstýri hevur gjørt stutt rit við støðulýsing og ætlanum um javnstøðumál. Við ritinum ”Saman um javnstøðu” setur landsstýrið sjóneykuna á nakrar av átrokandi javnstøðuavbjóðingunum í føroyska samfelagnum. Samstundis verður boðað frá, at arbeiðið at dagføra javnstøðulógina er farið í gongd.

Støðulýsingin er liður í felags arbeiðinum hjá landsstýrinum at skipa so fyri, at Føroyar gerast eitt samfelag við javnbjóðis skyldum, møguleikum og rættindum til øll – uttan mun til kyn.

Kunnleiki og vitan skulu til

Í ritinum verður m.a. lýst, at:

·       menn eiga 2/3 av lønarútgjaldinum í samfelagnum

·       kvinnur eru framvegis undirumboðaðar í politikki og leiðandi størvum

·       arbeiðsmarknaðurin og útbúgvingarskipanin eru sera kynjabýtt

·       menn taka lutfalsliga stutt barnsburðarfarloyvi

·       demografiska undirskotið av kvinnum, serliga millum 20-50 ár, hevur stórar avleiðingar við sær fyri okkara samfelag

Hetta eru ikki einstaklingamál, men samfelagsmál. Vit vilja, at øll støðast og trívast í Føroyum, og fortreytin er, at vit tryggja veruliga javna atkomu og rættindi á øllum økjum", sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í javnstøðumálum. 

Javnstøðulógin verður dagførd

Galdandi javnstøðulóg er frá 1994. Nú verður hon endurskoðað, dagførd og víðkað. Lógaruppskotið verður eftir ætlan lagt fyri Løgtingið í komandi tingsetu.

Komandi broytingarnar fevna m.a. um:

·       Nýggja, tíðarhóskandi endamálsorðing

·       Greiðari meginreglur og allýsing

·       Reglur um kynsligan ágang og vernd í arbeiðslívi

·       At skipa virksemið hjá Javnstøðuskrivstovuni

·       Krøv til arbeiðsgevarar og almennar stovnar um at virka fyri javnstøðu

 

Javnstøða tvørtur um landsstýrismál

Landsstýrisfólkini lýsa í ritinum avbjóðingar, loysnir og ætlanir fyri síni egnu ábyrgdarøki við hesum yvirskriftum:

·       Aksel V. Johannesen, løgmaður: Javnrættindi og javnbjóðis atgongd eru kjarnuvirði

·   Ruth Vang, fíggjarmál: Kvinnur forvinna minni enn menn av fleiri orsøkum -javnstøða og búskapur hanga saman

·       Sirið Stenberg, uttanríkis- og vinnumál: Javnstøða er fortreyt fyri burðardyggum vinnulívi, og vit hava bundið okkum til altjóða sáttmálan um kvinnurættindi

·   Eirikur í Jákupsstovu, almanna- og mentamál: Øll skulu støðast í Føroyum - javnstøðumál eru eisini almanna- og mentamál

·       Súsanna Bertholdsen, heilsumál: Menn liva styttri og fara ikki eins ofta til lækna - heilsutænastur skulu vera eins atkomuligar fyri kvinnur og menn

·   Bjarni Kárason Petersen, lógarmál:  Javnstøðan, sum vit stremba eftir, skal síggjast í lógarverkinum

·       Djóni Nolsøe Joensen, barna- og útbúgvingarmál: Javnstøða byrjar í barnaárunum

·   Margit Stórá, umhvørvismál: Burðardygg samfelagsmenning krevur, at bæði kyn fáa javna atgongd til grønar loysnir og bústaðarmøguleikar

 

Javnstøðumál eru felagsábyrgd

Støðulýsingin ”Saman um javnstøðu” og komandi lógaruppskot vísa, at javnstøðuavbjóðingar eru felagsábyrgd, og at allir landsins myndugleikar eiga lut í hesum arbeiði.

Javnstøða snýr seg ikki bara um rættvísi – men um at tryggja, at øll trívast, taka lut og liva fullgóð lív í Føroyum,” leggja landsstýrisfólkini dent á.

Sí støðulýsingina “Saman um javnstøðu” her.

Nærri kunning fæst við at venda sær til:

Almanna- og mentamálaráðið: ammr@ammr.fo