Arbeiðið at byggja sambýli í Tórshavn til fólk við sálarsjúku verður boðið út í næstum. Eftir ætlan verður klárt at seta spakan í áðrenn ársskiftið.
Almannamálaráðið hevur saman við Heilsumálaráðnum júst góðkent eina heildarætlan fyri økið, har byggjast skal. Við hesi bygging, verður sjøtul settur á at byggja eitt øðrvísi sambýli enn tey við kenna í dag. Bygdar verða smáar íbúðareindir við uppihaldsrúmi, sovikamari og vesi. Afturat verður bygt felagsøki.
- Nógv hevur verið sagt og skrivað um tørvin á bústøðum til fólk við sálarsjúku. Hesi síðstu árini, er tað vorðið alsamt meira alment kent, at fólk við sálarsjúku ofta liva í einari fjaldari tilveru heima hjá sær sjálvum, hjá avvarðandi ella á Psykiatriska deplinum. Og alt ov ofta eru umstøðurnar ikki nøktandi. Nú verður gjørt nakað munagott við hetta álvarsmál, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Í næstum verður arbeiðið boðið út. Roknað verður við, at spakin verður settur í desember 2012 og byggiarbeiðið er mett at taka 12 mánaðir. Miðað verður ímóti at byggja upp til 16 íbúðir, sum verða staðsettar við Eystan Heyg í Tórshavn.
Løgtingið hevur sett 16,3 mió. krónur av til endamálið.