23.09.2011 · Almanna- og mentamálaráðið

Sambýli til sálarsjúk byggjast í Havn

Sambýli til sálarsjúk byggjast í Havn Eftir fund við bygginevndina, Landsverk, MAP arkitektar, Nærverkið og Psykiatriska depilin seinnapartin í gjár, góðkendi landsstýriskvinnan í almannamálum eina tilgongd, sum fer at útvega útvið 16 smærri íbúðir í Tórshavn til fólk við sálarsjúku.

Arbeiðið byrjar beinanvegin.

- Hetta er eitt stórt framstig og fer at bøta munandi um støðuna hjá teimum sálarsjúku. Tað eru sløk 10 ár síðan, at gongd varð sett á ætlanina, men nú sær loksins út, at málið verður loyst, og tað fegnist eg sjálvandi um, sigur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Miðað verður ímóti at hava heimið liðugt við árslok 2012 ella í seinasta lagi tíðliga í 2013. Bygt verður við Heygsvegin í Tórshavn.

Fyrr í ár játtaði løgtingið góðar 16 milliónur krónur til endamálið.

Niðanfyri ber til at síggja tekningarnar av nýggja sambýlinum:

Plansjur.pdf