
Málið um Sambýlið á Mýrini fekk sera jaliga viðgerð í Løgtinginum týsdagin.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur lagt lógaruppskotið fyri Løgtingið, nú arbeiðið at fyrireika byggingina er komið so væl áleiðis, at tað verður klárt at bjóða arbeiðið út í næstum.
Fyrsta viðgerð var týsdagin, og tingfólk høvdu millum annað á orði, at málið var væl fyrireikað og lýst, nú tað er lagt fyri Tingið at taka støðu.
Sambýlið á Mýrini er til fólk við lættari og tyngri menningartarni og við ymsum førleikum at klára seg sjálvi í gerandisdegnum.
Sambýlið fer at hava 18 búpláss, bygt í trimum eindum við seks búfólkum í hvørji eind.
Eftir ætlan verður farið undir at byggja nýggja sambýlið í summar 2021 og klárt verður at flyta inn síðst í 2022.