
Í dag varð Sambýlið Eystan Heyg handað Almannamálaráðnum á almennari móttøku. Nógv fólk vóru komin saman at síggja nýggja sambýlið og fleiri røður vórðu hildnar. Niðanfyri er røðan hjá landsstýriskvinnuni, Anniku Olsen.
--
--
Dagurin í dag er ein hátíðardagur!
Í dag standa vit í nýggja, snotiliga sambýlinum til sálarsjúk, sum er bygt til endamálið og eftir tørvinum hjá búfólkunum.
Hetta er fyrstu ferð – nakrantíð – at vit byggja bústaðir til sálarsjúk í Havn.
Og sum øllum kunnugt hevur tørvurin eftir bústaðum til sálarsjúk verið eyðsýndur og stórur øll hesi árini, og drúgt hevur gingið við at seta ferð á nýbýggarí yvirhøvur til fólk við sálarsjúku.
Ætlanin at byggja sambýli til sálarsjúk í Havn hevur nógv ár á baki. Í 2001 var tað í álitinum “Glotti fyri framman” staðfest, at umleið helmingurin av sjúklingum, ið búðu í Psykiatiska deplinum, vóru liðugt viðgjørdir og bíðaðu eftir nøktandi bútilboði. Harumframt vóru onnur, sum ikki vóru innløgd, sum eisini tørvaði eitt bútilboð. So málið at fáa til vega nøktandi bútilboð til sálarsjúk hevur verið á breddanum síðan aldaskifti.
Fyrstu ferð eg stillaði upp til løgtingsval var í 2001, og fyrsta politiska tiltakið, eg var til, var at savna pening inn til frama fyri ein nýggjan psykiatriskan depil, har vit politikarar vóru bidnir um at mála ein málning, sum síðani skuldi seljast á uppisølu. Málningurin hjá mær var nokk ikki nakað kunstverk, men eg minnist væl orðini eg skrivaði til málningin, sum ímyndaði 3 stórar perur. Symbolikkurin var, at hóast tey íbornu, fantastisku menniskjaligu eginleikarnir ikki altíð fáa høvi at koma til sjóndar, so hevur hvørt einstakt menniskja við sálarsjúku so nógv fruktagott at geva, og tað skalt bert ein stuðlandi hond ella eitt vælmeinandi orð at styðja tann einstaka fram í ljósið.
Og tað er endamálið hjá okkum, sum politikarum at gera karmarnar so góðar sum gjørligt, so leiðin fram í ljósið ikki gerst dugvari enn neyðugt. Og hóast at tað hevur gingið skjótt, tá endalig støða loksins var tikin til at fara undir verkætlanina, so skerst ikki burtur, at hetta hevur verið ein alt ov drúgv tilgongd.
Og tí er tað nú, tá Sambýlið stendur liðugt og klárt er at flyta inn, eitt satt frambrot fyri sálarsjúk, og hetta er sanniliga ein dagur at gleðast og fegnast!
Í 2012 varð nýggjur bústaðarpolitikkur orðaður. Aðalmálið í bústaðarpolitikkinum er, at rúm skal vera fyri øllum. Áhugamál og tørvur hjá øllum borgarum skulu síggjast aftur í innrættingunum, sum verða gjørdar. Bústaðir skulu byggjast til endamálið og bústaðarpolitikkurin stuðlar undir inklusión – at ymisk fólk, sum hava ymiskan tørv, búgva saman, lið um lið.
Sambýlið Eystan Heyg er fyrsta dømi, sum vit síggja í verki, har bygt er eftir tørvinum hjá búfólkinum. Her er bygt eitt øðrvísi sambýli enn vit higartil hava sæð. Bygdar er smáar íbúðareindir við uppihaldsrúmi, sovikamari og vesi. Her eru tvær lonir. Í aðrari eru átta sjálvstøðugar íbúðareindir við egnari inngongd og egnum fríøki beint uttanfyri. Tó er tætt til felagsøkið, so at til ber – uttan stórvegis hóvasták – at verða partur av felagskapum. Í hinari lonini eru átta íbúðareindir, knýttar at einum felagsøki, har starvsfólk eru, sum veita røkt og stuðul.
Dentur er lagdur á at byggja eitt sambýli, har búfólkini fáa góðar og virðiligar umstøður, og at tey kunnu kenna seg trygg í sínum nærumhvørvi. Hetta eru neyðugar fortreytir fyri at liva eitt virkið og sjálvstøðugt lív, bæði inni í íbúðareindini, í felagsøkinum og eisini uttan fyri heimið.
Dagliga arbeiðið við sinnisveikum snýr seg um, at tey skulu hava tað gott og kenna seg trygg í sínum nærumhvørvi, og út frá sínum persónligu fortreytum menna førleikar til at virka so væl sum gjørligt millum onnur fólk. So hvørt sum búfólkið verður betur fyri og lærir at liva og klára seg heima, saman við hinum búfólkunum, betrast fortreytirnar fyri at tað eisini kann klára seg í einum størri høpi, uttan fyri heimið Búfólkini hava, eins og onnur, brúk fyri einum skipaðum gerandisdegi, har tað ber til at koma heimanífrá partar av degnum. Tí verður skipa fyri innihaldsríkum dagtilboðum, sum verða lagað til tørvin hjá búfólkunum.
Bústaðurin er eitt neyðugt uppihaldsstað, meðan heimið er eitt stað har tú ynskir at uppihalda tær. Heimið er tann trygga havnin, har tú sleppur at vera tú, í tann mun førleikin er til tað og staðið, har tú kennir ábyrgd og hevur avgerðarrætt.
Skal tað eydnast at skapa eitt heim, er neyðugt at bæði fakfólk, myndugleikar, brúkarar samstarva og eru við í allari tilgongdini. Har tað ber til at samansjóða arkitektur við endamálinum, sum bygningurin skal loysa, so tað ytra og tað innihaldsliga ganga hond í hond - ja, tað er ein fortreyt fyri, at slóðbrótandi ætlanin innanveggja yvirhøvur letur seg gera.
Vit hava bygt eitt sambýli, og nú er avbjóðingin, at búfólkini fella væl til og fara kenna seg heima her.
Frammanundan er gjørt eitt drúgt fyrireikingararbeiði, við eini bygginevnd, har fólk við innlitið og royndum á økinum hava gjørt eitt stórt og gott arbeiði, takk fái tit fyri tað. Landsverk hevur verið ráðgevi hjá bygginevndini og verið byggiharri, eg fari eisini at veita tykkum eina tøkk fyri hetta. J&K, sum hevur staði fyri byggingini, takki eg, og allar partar, sum hava verið við í byggingini, fyri eitt sera væl úr hondum greitt og flott hondverk. MAP arkitekar, sum so væl og vakurt hava skapað og teknað sambýlið, takki eg eisini. Eg fari eisini at takka Løgtinginum og allari politisku skipanini fyri at vísa hesari verkætlanini vælvild og fyri vælvilja at játta pening til verkætlanina, tá tað hevur staðið á, og øllum teimum, sum hava havt ein virkan leiklut í at fáa hesa verkætlan gjøgnumførda.
Seinast men ikki minst fari eg at takka Sinnisbata fyri teirra áhaldandi arbeiði at vísa myndugleikunum á tørvin at útvega nøktandi bútilboð til sálarsjúk, og at tørvur var á at fáa bygt sambýlið í Havn, sum hevur tað at bjóða sum búfólkini tráða eftir.
Eg fari at loyva mær at lesa tvey ørindi av yrking eftir J.P. Gregoriussen, “Í Føroyum er har um vetrartíð”, :
Í Føroyum er hart um vetrartíð,
stormurin spælir um tindar,
skalvarnir hanga í brattari líð,
so hvassir leika teir vindar.
..
Tøkk fái knokkur, sum húsini fyrst
fór opin innan at gera.
Tá stormurin leikar, og alt er fryst,
er hugnaligt inni at vera
Eg fari at enda at biðja Herman Mortensen frá Almannaverkinum um at koma higar og taka í móti lyklunum til Sambýlið og fari eg at ynskja bæði búfólkunum og starvsfólkum og leiðslu bestu eydnu og blíðan byr.
Takk fyri!
Annika Olsen
Landsstýriskvinna í almannamálum