
Árligi arkitektadagurin var fríggjadagin 3. oktober 2014. Evnið í ár var ”Arkitekturur í vælferðarsamfelagnum”. Arkitektafelagið hevði heitt á Anniku Olsen, landsstýriskvinnu at seta dagin, og helt hon hesa setanarrøðu:
"Eg fari fyrst av øllum at takka Arkitektafelagnum fyri at hava boðið mær at koma og seta árliga arkitektadagin. Arkitekafelagið hevur í ár sett sjóneykuna á “Arkitektur í vælferðarsamfelagnum”.
Hetta er er eitt sera áhugavert og týðandi evnið, at umrøða.
Tá vit tosað um útbyggingingar av vælferðarsamfelagnum, er arkitekturur eitt týðandi amboð. Tá tað umræður útbyggingar av vælferðasamfelagnum, hevur arkitekturur ein nógv størri leiklut enn tað, sum kanska í fyrstu atløgu kemur okkum til hugs.
Tá vit tosað um vælferðarsamfelag, er vanligt at vit avmarkað okkum til einans at hugsað um vælferðarstovnar, so sum skúlar, røktarheim, sambýli og vardar íbúðir.
Tó fevna útbyggingar eisini um, hvussu vit innrætta okkum í almenna rúminum við vegakervi, havnaløgum, fríøkjum og annað. Hóast at vælferðarsamfelagið fevnir víða, havi eg valt at leggja dentin á tað økið, sum eg vari av, nevniliga almannaøkið.
Í innrætting av vælferðarsamfelagnum hevur Almannamálaráðið ein avgerandi leiklut. Almannamálaráðið varar m.a. av eldraøkinum, bústaðarøkinum, og part av brekøkinum.
Almannamála¬ráðið hevur seinastu árini sett í verk fleiri byggiverkætlanir, sum hava til endamáls at betra korini hjá okkara eldri, og borgarum við serligum avbjóðingum, eins og Almannamálaráðið hevur verið við at orðað og umsita almenna bústaðarpolitikkin.
Har tað fyrr var longri ímillum nýbyggjarí á almannaøkinum, hava vit seinnu árini lagt størri áherðslu á og stuðla, at bygt verður til endamálið.
Upp ígjøgnum 80’ini og 90’ini var tað vanligt at keypa verandi bygniningar, serliga sethús, og umvæla og innrætta hesi, so at tey nøktaðu tørvin.
Tá tú ger slíkar quick-fix loysnir, er tað sjáldan at tú fær meira enn næstbestu loysnina – og kostnaðarliga er hetta ikki endiliga ein betur loysn.
Seinstu árini hevur dentur tí verið lagdur á at byggja til endamálið, og vit hava í fingið fleiri góðar loysnir. Úr rúgvuni kann eg nevna, at í løtuni verða vardir bústaðir bygdir í Klaksvík og Runavík til fólk við serligum tørvi, nýggja Reiðri í Runavík, sum er stásiligt tilboð til heimabúgvandi fjølbrekað børn og ung, verður eisini liðugt í næstum. Um ikki alt ov leingi verður fari undir at byggja Virknis- og umlættingardepil á Sandi, til børn og ung við serligum avbjóðingum. Og í næstum verður sambýlið Eystan Heyg til sálarsjúk handað Almannamálaráðnum.
Hetta eru alt verkætlanir, har almennu myndugleikarnir í tøttum samstarvi við umboð fyri brúkarar og arkitektar, hava arbeitt við at finna tær allarbestu loysnirnar, har tað bæði verður tikið hædd fyri funktionaliteti og estetikki.
Arkitekturur snýr seg um at forma og innrætta rúm, antin tað er rúm í einum bygningi, í einum býi ella einum landslagi. Rúmið skal nøkta fleiri endamálum – tað skal vera hóskandi – til tíðina, til staðið, til funktiónirnar og møguleikarnar.
Tá ein borgari kemur í ein almennan bygning ella ferðast í almenna rúminum, fær borgarin inntrykk og kenslur: – vit kunnu kenna okkum væl, vit kunnu kenna okkum smá, vit kunnu kenna, at “her er ordan í”, her kann eg verða trygg – ella tvørturímóti: “her er lítið skil í!”.
Samstundis sigur bygningurin og “rúmið” nakað um tíðina vit liva í, ella hava liva í. Uttan at vit geva okkum far um tað, kann hátturin “rúmið” er staðsett og innrættað, eisini siga nakað um virðingina, ið myndugleikin hevur fyri borgarum sínum, og hvat myndugleikin vil, at borgarin skal kenna fyri samfelagnum, sum vit liva í.
Samfelagið er í støðugari menning, og so er eisini vælferðarsamfelagið. Har fyrr var vanligt at bólka fólk upp, er inklusión eitt av høvuðsendamálinum í nýggja bústaðarpolitikkinum, sum Almannamálaráðið saman við Fíggjarmálaráðnum orðaði í 2012.
Aðalmálið í bústaðarpolitikkinum er, at rúm skal verða fyri øllum. Áhugamál og tørvur hjá øllum borgarum skulu síggjast aftur í innrættingunum, sum verða gjørdar. Heldur enn at byggja og innrætta til serligar málbólkar, skal dentur leggjast á algilt snið ( universelt design).
Bústaðir skulu byggjast, sum eru til øll – skulu bera øll lívsskeið, eru atkomuligir og hava algilt snið, sum stuðlar undir inklusión og at fólk kunnu vera sum longst í egnum heimi. Á henda hátt stuðlar bústaðarpolitikkurin undir inklusión – at ymisk fólk, sum hava ymiskan tørv, búgva saman, lið um lið
Almannamálaráðið hevur eisini latið stuðul til kommunurnar, tá ið tær hava bygt røktarheim, og eru fleiri røktarheim bygd hesi seinnu árini – eg kann nevna Vallalíð og Boðanesheimið í Havn, heimið á Grønanesi í Vestmanna, Hamragarður í Vági og Heimi á Vánni í Klaksvík.
Tá vit byggja eitt nú røktarheim, er talan um nógv meira enn ein bygning. Tað er eitt heim hjá teimum fólkunum, sum skulu búleikast har, og tað er eitt arbeiðspláss hjá starvsfólkum, sum skulu røkja nógvar ymiskar uppgávur.
Ein vísur røktarheimsleiðari hevur einaferð sagt, at ein bústaður er nakað fysiskt. Eitt heim – hinvegin – er ein kensla.
Bústaðurin er eitt neyðugt uppihaldsstað, meðan heimið er eitt stað har tú ynskir at uppihalda tær. Heimið er tann trygga havnin, har tú sleppur at vera tú, í tann mun førleikin er til tað og staðið har tú kennir ábyrgd og hevur avgerðarrætt.
Hvussu skapar tú eitt heim? Hvussu fært tú fram hesa kensluna av, at hesin nýggi bústaðurin er títt nýggja heim og ikki bara ein nýggjur bústaður?
Skal hetta eydnast er neyðugt at allir partar samstarva og eru við í allari tilgongdini. Hetta eru bæði viðkomandi fakfólk, myndugleikar, brúkarar o.o. Har tað ber til at samansjóða arkitektur við endamálinum, sum bygningurin skal loysa, so tað ytra og tað innihaldsliga ganga hond í hond - ja, tað er ein fortreyt fyri, at slóðbrótandi ætlanin innanveggja yvirhøvur letur seg gera.
Í Føroyum hava vit ikki havt ein orðaðan arkitektapolitikk, men ætlar Arkitektafelagið nú at fáa hetta í lag. Ein orðaður almennan byggipolitikkur er á trappuni, nú uppskot til bygningsreglugerð fyri almenna bygging er gjørd og sent til hoyringar. Vanlig mannagongdin, sum hevur verið, tá tað almenna byggir ella umvælir, fer at halda fram. Her spæla arkitektar ein týðandi leiklut, og tað er ógvuliga umráðandi.
Skulu hesar stóru íløgurnar eydnast væl langt inn í framtíðina, er umráðandi at allir partar eru við í allari tilgongdini, og her hugsið er serliga um at umboð fyri brúkaran eru við. Bæði tey, sum skulu brúka og møguliga búgva í bygninginum, og tey sum skulu arbeiða og virka har.
Tí tær íløgur, sum verða gjørdar í samfelagið, mugu og skulu virka soleiðis, at vit í nógv ár fram fáa eitt vælvirkandi samfelag, har fólkið trívist.
Takk fyri!"
Annika Olsen
landsstýriskvinna í almannamálum