15.11.2015 · Almanna- og mentamálaráðið

Setanarøða til ráðstevnu um Norðurlendska vælferðasamfelagið og føroyska fólkapensjónin

Setanarøða til ráðstevnu um Norðurlendska vælferðasamfelagið og føroyska fólkapensjónin

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, helt í gjár, leygardagin 14. november 2015, setanarrøðu til ráðstevnu, sum Landsfelag pensjónista skipaði fyri á Skúlaheiminum í Havn.

Evnið á ráðstevnuni var Norðurlendska Vælferðarsamfelagið - og føroyska fólkapensjónin.

Niðanfyri ber til at lesa røðu hennara:

"Góðu ráðstevnuluttakarar, góðu fyriskiparar

Góðan morgun øll somul

Gott at síggja at so nógv eru møtt í morgun til hesa ráðstevnu, har sjóneykan er sett á norðurlendska vælferðarsamfelagið og føroysku fólkapensjónina í hesum høpi. Ein ráðstevna, sum eg vænti bjóðar upp á áhugaverdar og kveikjandi fyrilestrar, sum bæði geva vitan og innlit í hetta týðandi evni.

Fólkapensjónin hevur verið nógv umrødd hesi seinnu árini, og fólkapensjónin er eisini eitt týdningarmikið evni at viðgera. Fólkapensjónin er ein av grundsúlunum í okkara vælferðasamfelagi, og við broytingunum í demografisku samansetingini, sum liggja fyri framman, kann fólkapensjónin, sum vit kenna hana í dag, vera hótt, um vit ikki gera neyðugar tillagingar. Hesum arbeiða vit í samgonguni við, tí vit ynskja at varðveita hesa grundleggjandi og universellu veiting, soleiðis at allir borgarar – eisini í framtíðini – fara at hava rætt til trygg og góð kor í ellisárunum.

Landsstýrið hevur í fleiri umførum arbeitt við pensjónsnýskipanum, bæði síðst í 1980’unum, í 1990’unum, í 2002, í 2009 og í 2011 og í seinastu samgongu. Hóast tað hevur verið arbeitt miðvíst við at gera eina pensjónsnýskipan, so hevur tað víst seg ikki at vera gjørligt at koma á mál við hesum. Smærri broytingar hava verið framdar í almannapensjónunum gjøgnum tíðirnar, men eingin grundleggjandi nýskipan hevur vunnið frama.

Samgongan hevur sett sær fyri at gera eina nýggja pensjónsskipan. Málið er at pensjónsskipanin skal tryggja øllum eina góða og trygga pensjón, samstundis sum pensjónsskipanin er búskaparliga haldfør og lutvíst samhaldsføst. Meginreglan er, at øll í Føroyum hava rætt til jøvn og virðilig kor á ellisárum. Harumframt skal pensjónsnýskipanin leggja upp fyri, at vit gerast fleiri eldri.

Pensjónsskipanin skal vera haldfør. Hetta merkir eitt nú, at hóast talið av eldri fólki veksur, so skal samlaða skattatrýstið ikki vaksa. Vit vita, at vit liva longri, og at talið av eldri borgarum veksur lutfalsliga nógv í mun til tey, sum eru í arbeiðsførum aldri. Vit vita eisini, at samstundis sum vit gerast eldri og liva longri, eru nógv okkara væl fyri, tá vit gerast eldri. Tí skal pensjónsskipanin eisini eggja teimum, sum hava hug og kunnu arbeiða longri, at halda áfram at arbeiða. Við hesum forða vit eisini fyri, at lutfallið av teimum, sum eru uttan fyri arbeiðsmarknaðin, og tey sum eru á arbeiðsmarknaðinum, ikki verður meira skeiklað, enn gott er.

Samstundis eru vit væl greið yvir, at tað eru fólk sum vegna tungt kropsligt arbeiði, hava tørv á at gevast á arbeiðsmarknaðinum, og tí er eisini neyðugt at gera eina skipan, ið loftar hesum fólkunum. Hesum hevur samgongan sett sær fyri at røkka, og eg vænti og vóni, at vit longu í næstu tingsetu samtykkja eina pensjónsnýskipan. Eitt, sum kanska er vert at minna á her, nú vit tosa um eina pensjónsnýskipan, so er tað umráðandi, at tær broytingar, sum skulu fremjast, einans verður galdandi fyri komandi pensjónistar og ikki verandi pensjónistar.

Fleiri spennandi framløgur eru á skránni í dag. Nú beint eftir meg fer danski professarin Flemming Ibsen at greiða frá norðurlendska vælferðarmodellinum við serligum atliti at donsku fólkapensjónini. Hetta er ógvuliga spennandi evni, men samstundis eiga vit at minnast til – at hóast vit mangan samanbera okkum júst við Danmark – og fleiri av okkara skipanum hava eins uppruna, so eru skipanirnar og umstøðurnar í Føroyum og Danmark ikki tær somu, og tí ber ikki til at samanbera hesar, uttan at hædd verður tikið fyri øllum ymiskleikunum.

Tað er tó spennandi og heilt víst gevandi at fáa nærri innlit í hetta stóra evni. Vitan og innlit um føroyska vælferðarmodellið er nakað, sum vit mangla, og tað hevði verið spennandi, um hesum evni varð givið meira ans, soleiðis at vit lættari kundu sagt, hvar vit líkjast, og hvar vit líkjast burtur frá hinum norðurlendsku londunum. Hetta er heilt víst eitt áhugavert granskingarevni, sum eitt nú lesandi á Fróðskaparsetrinum kundu hugt nærri eftir.

Arne Thorsteinson, formaður í Landsfelag pensjónista, fer at leiða okkum ígjøgnum søguligu gongdina og menningina av okkara egnu fólkapensjón frá 1999 til dagin í dag. Ólavur Christiansen, búskaparfrøðingur, fer at greiða frá haldføris­avbjóðingini, sum ein er spurningur, ið Búskaparráðið fyrr í vár legði fram í Norðurlandahúsinum. Hesar útrokningar og framrokningar eiga vit – og serliga vit, sum eru sett at taka avgerðir – at taka í størsta álvara. Og seinast, men ikki minni spennandi, er fyrilestur hjá Ásu Róin, sum hevur gjørt PhD um at eldast, og hvussu eldri fáa ta hjálp, sum teimum tørvar, og hvussu til ber at fáa dygd í teimum tænastum, sum eldri fáa. Alt spennandi og viðkomandi evnir at viðgera.

Eg fari at enda at takka fyri, at eg varð biðin at seta hesa ráðstevnu og fari at ynskja tykkum øllum ein góðan ráðstevnudag.

Takk fyri!"

Eyðgunn Samuelsen

Landsstýriskvinna í almannamálum