
Leygardagin 15. november setti landsstýriskvinnan, Annika Olsen ráðstevnu, ið Landsfelag Pensjónista skipaði fyri. Heitið á ráðstevnuni var Norðurlendska vælferðarsamfelagið og tey eldru í samfelagnum.
Góðu ráðstevnuluttakarar, góðu fyriskiparar
Um færri enn fimti (50) dagar, er størsta nýskipanin í nýggjari tíð framd í verki, tí tá er eldraøkið lagt til kommurnar at umsita.
Hóast at hetta seinasta árið hevur gingið skjótt, og tað hevur verið arbeitt av øllum alvi við at fáa øll tey formligu viðurskiftini uppá pláss, so hevur málið at fáa skipað eldraøki undir einum og sama myndugleika, verið í gongd í fleiri ár.
Í politisku skipanini hevur tað tey seinastu 20 árini verið tosað um at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita. Tað hevur verið nógv tos, og tað hevur verið nógv kjak, óteljandi politiskir pallborðsfundir og kjak í útvarps- og sjónvarpsstovum. Álit eru skrivað upp í leypar um hetta mál umframt, at arbeiðsbólkar hava sitið í hópatali og viðgjørt spurningin um, hvussu eldraøkið skal skipast.
Tað, sum øll hesi álit og tilmæli hava havt til felags er, at tey mæla til, at greiða fæst á fløkta myndugleikabýtinum millum land og kommunur, og at vald og gjald skal fylgjast at. Hetta fyri at tryggja fakliga dygd og trygd, soleiðis at borgarin fær eina so góða tænastu sum gjørligt.
Tí eri eg bæði glað og errin um, at tað hevur eydnast hesi samgongu – saman við kommununum – at semjast um hesa stóru og týðandi nýskipan, sum eg onga løtu ivist í, fer at tryggja eina minst líka góða - um ikki betri – eldratænastu, enn vit hava í dag.
Hvat fer henda nýskipanin so at merkja í praksis?
Jú, vit hava nú fingið eina eldralóg, eina rammulóg, sum regulerar viðurskiftini á økinum.
Endamálið við lógini er at veita borgarum við tørvi á hjálp eina samskipaða heildartænastu. Endamálið við heildartænastanuni er at fyribyrgja sjúku, at stimbra sálarligu og likamligu heilsu og trivna, og at endurmenna mistan førleika. Heildartænastan skal samstundis stimbra hin einstaka at klára seg sjálvan og heildartænastan skal veita røkt og umsorgan.
Eldrapolitikkurin, sum ein breitt umboðandi arbeiðsbólkur handaði mær í 2012, har Landsfelag Pensjónista eisini var við, er grundarlagið undir eldralógini. Trivnaður, tryggleiki og lívsgóðska er í miðdeplinum og aðalhugsjónin er at virða sjálvsavgerðarrættin hjá tykkum eldru.
Somuleiðis er fyribyrging og menning eisini ein aðaltáttur, soleiðis at til ber at búleikast sum longst í egnum heimi, og atlit skulu takast at heilsu og trivnað.
Fyri fyrstu fer fáa okkara eldru ein lógartryggjaðan rætt, og skulu hoyrast í øllum týðandi broytingum, sum henda innan eldraøkið.
Lógin tryggjar:
At sjálvsavgerðarrætturin er lógarásettur.
At tilboð til heimavitjanir er til øll, sum eru fylt 75 ár.
At starvsfólk og læknar hava plikt at fráboða, um tey fáa kunnleika um viðurskifti, ið geva gruna um, at tørvur er á persónligari hjálp, røkt ella stuðli, ella tá borgari á annan hátt livir undir ónøktandi korum.
At kommunurnar skulu tryggja, at borgarar, sum hava tørv á persónligari hjálp, røkt og stuðli, fáa neyðugu hjálpina, og at tænastan í størst møguligan mun er eitt samskipað heildartilboð, er eitt ógvuliga stórt framstig. Tí við hesum fáa okkara eldru borgarar ein lógartryggjar rætt, at um tey hava henda tørv, so hava tey eisini rætt at fáa neyðugu hjálpina.
Eldralógin tryggjar samstundis, at allar avgerðir um tilboð og tænastur skulu takast út frá einari fakligari tørvsmeting.
Lógin áleggur kommununum at tryggja, at borgarar í størst møguligan mun verða hoyrdir, tá týðandi umskipanir og bygnaðarbroytingar verða framdar, sum hava ávirkan á tænastuna í økinum. Kommunur kunnu eitt nú seta á stovn eitt eldraráð, soleiðis at tit eldru fáa so stóra ávirkan og leiklut, tá týðandi avgerðir og umskipanir skulu fremjast.
Stórur dentur er í lógini lagdur á, at hava eitt gott samskifti millum búfólk, avvarðandi og starvsfólk á hvørjum einstakum røktarheimi. Her skulu samstarvsráð veljast við umboðum fyri m.a. búfólkum, avvarðandi og starvsfólkum. Hetta skal bøta um samskifti og kunnleikan um ymisk viðurskifti á heiminum partarnar millum. Eisini er álagt kommununum at kunna alment um, hvørji tilboð og tænastur hesar veita.
Og fyri fyrstu ferð eru reglur um eftirlit við bústøðum, tænastum og tilboðum ásett í lóg, og kommunurnar hava heimild at steðga virksemi og tænastur, um krøvini í lógini ikki verða hildin.
Sostatt er lógin um heimatæanstu, eldrarøkt eitt stórt frambrot, sum í nógv størri mun tryggjar ein opinleika um tænastur, ein sjálvsavgerðarrætt, og rættartrygd hjá tykkum eldru at verða kunnaði og hoyrd, og gevur møguleika at vera við, har avgerðir skulu takast.
Nú eldraøkið loksins verður skipað undir einum og sama myndugleika, og vald og gjald fylgist at, havi eg stóra tiltrúgv til, at hetta fer at geva ein skynsamari rakstur og eina betri eldratænastu.
Eg kann leggja afturat, at kommunurnar eiga stórt rós uppiborið fyri tað fyritakssemi, sum tær hava víst í sambandi við tær skulu yvirtaka eldraøkið.
Øll samstarvsøkini eru farin at virka, og øll økini hava leiðarar at leiða hetta stóra og týðandi øki. Kommunurnar eru eisini komnar við fleiri hugskotum og uppskotum um, hvussu tænastan kann gerast enn betur undir kommunalum myndugleika.
Kommunurnar hava borgaran tættari inn at sær, og síggja tann dagliga tørvin hjá borgaranum nógv betur enn landsmyndugleikin. Og okkara royndir eru at tað er nógv skjótari frá tanka til handling í kommununum. T.d. at seta eitt dagtilboð á stovn ella at fáa telefonlinju til familjur, ið verða raktar av eitt nú demenssjúku. Hetta kann í ringasta føri taka fleiri mánaðir at fáa avgreitt í Løgtinginum orsakað av tungum politiskum mannagongdum, ímeðan hesi somu viðurskifti kunnu avgreiðast eftir fáum døgum undir kommunalum myndugleika. Kommunurnar hava eisini víst í verki, at tær megna at yvirtaka tung og týdningarmikil mál t.d. barnaansingarøkið.
Tí havi eg fult álit á, at kommunurnar eru førar fyri at lyfta hesa uppgávu til fulnar.
Eg fari at enda at takka fyri, at eg fekk høvi at koma her at greiða frá hesum týðandi málið. Eg vóni, at tit eru eins spent og trygg við hesa nýskipan, sum eg eri.
Eisini fari eg at ynskja tykkum eina góða ráðstevnu. Ein ráðstevna sum hevur fleiri áhugaverd innlegg. Tíverri liggur ikki fyri hjá mær at lýða á í dag, men eg vóni at eg fari at lesa meir um hetta í miðlunum komandi dagarnar. Samstundis fari eg at ynskja tykkum eina góða veitslu í kvøld.
Takk fyri!
Annika Olsen
Landsstýriskvinna í almannamálum