13.02.2014 · Almanna- og mentamálaráðið

Sig frá – aftur á ferð

Sig frá – aftur á ferð

Fyrsti fundurin í einari røð av kunnandi fundum um harðskap var í Fuglafirði í gjárkvøldið. Komandi vikurnar verða fundir kring landið, og í næstu viku verður vitjað á Eiði.

Aftur í ár skipar Almannamálaráðið fyri almennum fundum at kunna um arbeiðið at steðga harðskapi í familjum.

Á skránni eru ymiskir fyrilestrar, sum á einhvønn hátt viðgera evnið.

Á fundinum í Fuglafirði í gjárkvøldið greiddi Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovu Føroya, frá um børn og harðskap.

Súsanna Nordendal, løgfrøðingur í Almannamálaráðnum, tosaði um fráboðanarskylduna, sum vit øll hava, um vit gerast stúrin um eitt barn.

Síðani greiddi Mariann Reinert, SSP-politistur, frá sínum arbeiði. Hon vitjar allar 9. flokkarnar í miðstaðarøkinum, og prátar við tey um harðskap.

At enda vóru stundir til spurningar og kjak, og hetta høvið nýttu fuglfirðingar eisini:

-Tað er hugaligt, tá fólk vísa áhuga, og tá kjakast verður um tey evni, sum eru á skránni, sigur Elin Winther Poulsen, samskipari.

Kunnandi fundirnir eru partur av arbeiðinum við Heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum.


-Eitt tað týdningarmesta í arbeiðinum at basa harðskapi ífamiljum, er júst at kunna og upplýsa, heldur samskiparin.

Lýsingin Sig frá um alt landið sum pdf- fíla

Les meira um heildarætlanina Sig frá