29.04.2015 · Almanna- og mentamálaráðið

Sig frá – aftur í ár um alt landið!

Sig frá – aftur í ár um alt landið!

Nú verður aftur skipað fyri tiltøkum at greiða frá arbeiðinum við heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum.

Øll í Føroyum skulu hava møguleika at kunna seg um ætlanina, sum snýr seg um harðskap í breiðastu merking. Øll skulu eisini hava møguleika at kunna seg um tey neiligu árin, harðskapurin hevur.

Síðani arbeiðið at seta í verk heildarætlanina byrjaði, hava ymisk tiltøk verið. Fakbólkar eins og almenningurin annars hava fingið kunning um arbeiðið, ymiskt upplýsandi tilfar er framleitt og viðgerðartilboð eru sett á stovn. Alt hetta til tess at varpa ljós á harðskap og at basa harðskapi í parløgum og nærsambondum.

Greiði boðskapurin er, at harðskapur á ongan hátt verður góðtikin í okkara samfelagi.

Av ítøkiligum átøkum, sum longu eru sett í verk, kunnu nevnast viðgerðartilboð til børn, viðgerðartilboð til teirra, sum fremja harðskap, eins og Barnahúsið nú hevur virkað í stívliga eitt ár.

Harafturat hava árligu, almennu fundirnir – undir heitinum Sig frá – verið væl vitjaðir.

Nú verða so aftur tiltøk kring landið, har almenningurin fær høvi at kunna seg um arbeiðið.

Byrjað verður í Klaksvík mikukvøldið 6. mai klokkan 19.30. Mánakvøldið, 11. mai verður fundur á Bókasavninum á Sandi og mikukvøldið 13. mai í Almannamálaráðnum í Havn.

Tríggir serfrøðingar fara at greiða frá: Súsanna Nordendal, løgfrøðingur, fer at tosa um skylduna, vit øll hava at boða frá, gerast vit stúrin um eitt barn. Oddbjørg Balle, sálarfrøðingur, fer at tosa um, hvussu harðskapur ávirkar børn og Mariann Reinert, politistur, fer at tosa um ung og harðskap. Elin Winther Poulsen, samskipari í Almannamálaráðnum, fer eisini at greiða frá Heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum.

Fyrilestrarnir eru almennir og ókeypis og viðkomandi fyri fakfólk eins og almenningin sum heild.

Tiltøkini eru frá klokkan 19.30-21.30. Ein kaffimunnur við onkrum søtum afturvið verður at fáa, og øll eru hjartaliga vælkomin!