22.12.2012 · Almanna- og mentamálaráðið

Sig frá: Fast familjumynstur á jólum

Í Kvinnuhúsinum í Havn eru ikki fleiri gestir á jólum, enn restina av árinum.
Tað sigur leiðarin, Elin Reinert Planck. Orsøkina heldur hon vera, at jólini eru ein familjuhøgtíð, og hetta vilja foreldur gera alt, fyri at varðveita.

Í Kvinnuhúsinum í Havn sæst einki til, at meira harðskapur er á jólum, enn aðrar ársins tíðir.

- Men kvinnur greiða okkum frá, at harðskapur er eitt afturvendandi mynstur á jólum. Soleiðis hevur tað verið hjá teimum í fleiri ár. Tað er heldur ikki óvanligt at foreldrini drekka, og at fylgjurnar stundum eru harðskapur, sigur Elin Reinert Planck, sum hevur verið leiðari í Kvinnuhúsinum í 18 ár.

-Soleiðis hevur tað verið í áravís og soleiðis er tað bara, staðfestir hon.

Hjá nógvum familjum er tað eitt fast mynstur á jólum, at nógv verður drukkið og at harðskapur verður framdur. Kortini rýma fólk ikki heiman á jólum, sigur Elin:

-Man heldur út og letur sær lynda á jólum!

Jólini eru familjuhøgtíð burturav, og hetta vilja mammurnar varðveita. Børnini hava glett seg, tey hava bakað og fyrireikað alt so væl til høgtíðina. Tí koma hesar kvinnur ikki í Kvinnuhúsið á jólum.

Elin Reinert Planck leggur afturat, at allarflestu kvinnur, sum flyta inn til teirra, hava umhugsað tað væl og virðiliga frammanundan. Tí heldur hon seg ikki síggja nakað fast mynstur í hagtølunum.

-Flestu kvinnurnar hava livað við harðskapinum í longri tíð, og hava havt stundir at planleggja, nær tað liggur best fyri at fara. Tankin skal búnast fyrst, sigur hon.

Elin sigur, at ymiskt er, hvussu nógvar kvinnur gista í Kvinnuhúsinum á jólum:
-Stundum eru fleiri inni á jólum, stundum ein, sigur hon.

Kvinnuhúsið: 317200