Mikukvøldið, 26. februar, verður almennur, kunnandi fundur um harðskap í Skúlanum í Vestmanna.
Hetta er triði fundur í einari røð, sum Almannamálaráðið skipar fyri, til tess at kunna um arbeiðið at steðga harðskapi í familjum.
Á skránni eru ymiskir fyrilestrar, sum á einhvønn hátt viðgera evnið.
Á fundinum í Vestmanna fer Oddbjørg Balle, sálarfrøðingur og leiðari á Barnaverndarstovu Føroya, at greiða frá um børn og harðskap.
Súsanna Nordendal, løgfrøðingur í Almannamálaráðnum, tosar um fráboðanarskylduna, sum vit øll hava, um vit gerast stúrin um eitt barn.
Síðani greiðir Mariann Reinert, SSP-politistur, frá sínum arbeiði. Hon vitjar regluliga allar 9. flokkarnar í miðstaðarøkinum, og prátar við tey um harðskap.
At enda verða stundir til spurningar og kjak.
Kunnandi fundirnir eru partur av arbeiðinum við Heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum.
-Eitt tað týdningarmesta í arbeiðinum at basa harðskapi í familjum, er júst at kunna og upplýsa, heldur samskiparin, sum tí vónar, at fólk møta fjølment til tiltøkini.
Fundurin í Vestmanna verður í Miðhøllini í skúlanum, og hann byrjar klokkan 19.30.