Nógvur harðskapur í heimunum um jólini
Desember mánaði er ein harðligur mánaði. Stress og stórar vónir undan jólum enda ofta við harðskapi, sigur sálarfrøðingur við avisen.dk.
Húsini skulu vaskast til jóla, gávur skulu fíggjast og keypast, og so eru tað allar veitslurnar, sum øll í familjuni “skulu” taka lut í.
Vit kenna tað øll – jólini eru ofta orsøk til strongd og nógv hávasták, tá øll familjan er savnað. Men í nógvum familjum verða jólini eisini ein tíð við harðskapi.
-Tá familjan brádliga skal vera nógv saman og allar vónirnar um eini góð og hugnalig jól skulu halda, kann tað stundum merkja frustratiónir, sum føra til harðskap, sigur Kuno Sørensen, sálarfrøðingur hjá Red Barnet.
Eftir at seinastu jólaveitslurnar hava verið, venda fleiri kvinnur sær til danskar kreppumiðstøðir:
-Kvinnurnar koma ikki á kvinnuheim um jólini. Tað gera tær ikki, fyrrenn eftir høgtíðina, sigur Lene Johannesson. Hon er stjóri í LOKK, sum er landsfelagið hjá 40 donskum kreppumiðstøðum. Hon hevur sæð, at í januar mánað koma kvinnurnar inn við bláum merkjum og hovnum eygum.
Lene Johannesson er sannførd um, at sera nógvur harðskapur er um jólini. Orsøkina til, at kvinnurnar ikki fara heiman, fyrrenn í januar, heldur hon vera, at familjurnar – til fánýtis – royna at halda saman í teirri annars so “sælu jólatíð”.
Hjá Mødrehjælpen, sum ráðgevur og stuðlar barnafamiljum, sum hava tað trupult, síggja tey tað sama:
-Okkara royndir eru, at nógvar kvinnur eru fyri harðskapi á jólum. Ein orsøk er drykkjuskapur, heldur Kira West, ráðgevi.
Nógva samveran og drykkjuskapurin á jólum gera eisini jólini til eina marru hjá nógvum børnum, sigur varastjórin í Børns Vilkår, Bente Boserup.
-Meira rúsdrekka er á borðinum á jólum, enn restina av árinum, og tí eru børnini í størri mun fyri harðskapi á jólum, enn restina av árinum, sigur Bente Boserup.
Sambært danska Fólkaheilsuráðnum eru umleið 28.000 danskar kvinnur hvørt ár fyri harðskapi frá núverandi ella fyrrverandi maka.
Kelda: avisen.dk