15.03.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Sirið Stenberg hevur hitt nýggja kringvarpsstýrið

Sirið Stenberg hevur hitt nýggja kringvarpsstýrið

Mánadagin 13. mars hevði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, boðið nýsetta stýrinum fyri Kringvarp Føroya til fundar. Eisini brúkti hon høvið at takka fráfarnu limunum fyri teirra arbeiðið í stýrinum. Stýrið tók formliga við 6. mars og fer nú beinan vegin til verka.

Á fundinum segði Sirið Stenberg, at public service-sáttmálin væntandi fór at vera eitt tað fyrsta, sum nýggja stýrið fór at arbeiða við. Hon legði dent á, at tað hevur týdning fyri fólkaræðið at upplýsa fólkið, og at tað kann taka støðu á upplýstum grundarlagi. Tað skal vera ein møguleiki hjá øllum borgarum at luttaka í kjaki og ávirka samfelagið. Landsstýriskvinnan helt, at nógv viðurskifti hava týdning, bæði føroyska málið, javnstøða, atkoma fyri øll og at síggja heimin úr føroyskum sjónarhorni. Eitt hjartamál er at fáa meira føroyskt tilfar á talgildu pallunum, ikki minst til børn og ung.

Sirið Stenberg hevði undan fundinum hitt Løgtingsins mentanarnevnd, sum eisini nýtti høvið at heilsa upp á nýggja kringvarpsstýrið. Tað var við áhuga, at partarnir lurtaðu eftir ymiskum sjónarmiðum um uppgávur og leiklut hjá stýrinum, og um týdningin av at hava ein public service-stovn sum Kringvarp Føroya.