24.05.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Sirið Stenberg vitjað Beran

Sirið Stenberg vitjað Beran

Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, hevur verið á gátt hjá Beranum í  vikuni.

Berin er ein hjálparfelagsskapur, sum hevur 20 ár á baki, og stuðlar børnum og ungum, sum hava mist ella hava álvarsliga sjúk foreldur ella systkin, og foreldur, ið hava mist barn.

Undir vitjanini fekk landsstýriskvinnan kunning um virksemið hjá Beranum.

Høvuðsendamálið hjá Beranum er at geva børnum og ungum, ið antin hava mist ella sum hava álvarsama sjúk foreldur ella systkin, eitt stað, har tey kunnu hittast og práta við onnur í somu støðu. Berin skipar eisini fyri bólkum fyri foreldur, sum hava mist børn, og veitir umframt bólkasamrøður eisini einstaklinga- og familjusamrøður við sálarfrøðing.

Berin skipar harumframt fyri kunnandi og fyribyrgjandi virksemi og luttekur í verkætlanum, ið hava til endamáls at hjálpa teimum, sum hava mist.

Berin ger ein stórt og umráðandi arbeiðið, og tað hevur verið sera áhugavert at hoyra um nógva og fjølbroytta virksemi hjá Beranum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Játtanina til Beran hækkaði við 400 tús. kr. á fíggjarlógini fyri 2023. Undir vitjanini varð víst á, at hendan raðfesting ger tað møguligt hjá Beranum at møta tí alsamt vaksandi tørvinum eftir virkseminum hjá Beranum, eins og at gera tilboðið til børn og ung, sum hava álvarsama sjúk foreldur ella systkin til eitt varandi tilboð.

Á myndini: Gunnvá Højgaard Mohr, Oddvør Poulsen, Sirið Stenberg og Frida  Poulsen.