13.02.2023 · Almanna- og mentamálaráðið

Sirið vitjar Reyða Kross Føroya

Sirið vitjar Reyða Kross Føroya

Seinasta hósdag hevði Reyði Krossur Føroya boðið Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna og mentamálum á vitjan, har tey greiddu frá virksemi teirra.

Reyða Krossur hevur til endamáls at verja lív og heilsu á ein virðiligan hátt, og at virka fyri sínámillum semjum, vinalagi, samstarvi og varandi friði millum øll fólkasløg. Reyði Krossur Føroya virkar fyri, í stóran mun við sjálvbodnari orku, at hjálpa har neyðin er størst, bæði í Føroyum og kring heimin.

Talan er um heimsins størsti hjálparfelagsskapur, ið veitir hjálp bæði í gerandisdegnum og tá stórar vanlukkur raka.

Tað var hugaligt, áhugavert og kveikjandi at vitja Reyði Kross Føroyar, at fáa heilsa uppá og sæð bæði umstøður og tað fjølbroytta virksemið, sum verður lagt fyri dagin. Tað er mín greiða fatan, at her verður løgd orka í frá øllum pørtum og væl liggur eftir” sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna og mentamálum