Í vikuni hava 700 pensjónistar fingið spurnarblað frá Fróðskaparsetrinum. Spurningarnir eru liður í nýggjari kanning av livikorunum hjá fólkapensjónistum í Føroyum, sum landsstýriskvinnan í almannamálum hevur tikið stig til.
Livikorskanningin er úrslit av samstarvi millum fleiri partar. Í heyst fekk Rósa Samuelsen ein fyrispurning frá Landsfelag Pensjónista, ið høvdu áhuga í at fáa korini hjá fólkapensjónistum í Føroyum kannaði. Síðani hevur Almannamálaráðið fyrireikað kanningina, sum Fróðskaparsetrið er sett at gera.
“Við hesari kanning hava vit sett sjøtul á sosialfrøðiliga gransking í Føroyum, sum er eitt av málunum hjá samgonguni, sigur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, og leggur aftrat:
“Samstundis fáa vit til vega týdningarmikla og alneyðuga vitan um viðurskiftini hjá pensjónistum, nú farið verður undir stórar rembingar á eldraøkinum, bæði við pensjónsreformi og samskipan av eldrarøktini”.
Livikorskanningin
Í kanningini verður dentur lagdur á at fáa svar uppá, hvussu fólkapensjónistar sjálvir meta um sína støðu. Hava tey eitt trygt og gott lív. Hvussu klára tey seg fíggjarliga. Hvat eru tey nøgd við, hvat kundu tey hugsað sær annarleiðis, eitt nú bústaðar- og ferðsluviðurskifti. Fáa tey neyðuga hjálp, um tørvur er á tí? Hava tey upplivað, at livifóturin versnaði, tá ið tey fóru av arbeiðsmarknaðinum, og um ja, hvat hava tey tá valt at spara uppá.
Kanningin verður gjørd á tann hátt, at úti við 700 spurnabløð eru send út til fólk frá 67 ár og eldri. Fólkini eru tilvildarliga útvald millum teir umleið 6000 fólkapensjónistarnar, sum eru í landinum.
Spurningarnir kunnu flokkast í fýra bólkar: teir fysisku karmarnir (t.e. bústaður og mobilitetur); fíggjarstøða (inntøkur og útreiðslur); sosiala lívið (frítíð, felagslív, netverk) og heilsustøða.
Úrslitini verða kunngjørd seinni í ár.