Sjóndepilin og Almannamálaráðið undirskrivað mál- og avrikssáttmála
Sjóndepilin og Almannamálaráðið hava í dag undirskrivað mál- og avrikssáttmála fyri 2014
Endamálið við avrikssáttmálanum er at:
- veita borgarunum best møguliga tænastu
- gagnnýta tilfeingið á stovninum á bestan hátt sambært endamálinum
- tryggja samsvar millum politisk ynskir og uppgávur, sum stovnurin útinnir
Sjóndepilin er ein sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum. Nettoúrtreiðlsujáttanin fyri 2014 er 6.116 tús. kr., harav eru lønarútreiðlsurnar eru áleið 3.700 tús. kr. Á Sjóndepilinum eru 10 ársverk. Sjóndepilin hevur inntøkufíggjað virksemi, sum er mett til 213 tús. kr. í 2014.
Endamálið hjá Sjóndeplinum er at stuðla sjóntarnaðum til meira sjálvbjargni í heimi, skúla, arbeiði og frítíð. Sjóndepilin skal vera ein vitanardepil við ráðgeving, skeiðsvirksemi, dagtilhaldi og verkstøðum.
Mál fyri Sjóndepilin og avtala um avrik fyri 2014:
1. Fáa til vega størri vitan, harundir hagtøl um virksemið og tænastuna hjá Ráðgevingini.
2. Støðugt at betra kunningina um tænasturnar hjá Sjóndeplinum, soleiðis at Sjóndepilin røkkur fleiri sjónveikum og blindum, sum hava tørv á tænastu.
3. Støðugt at skipa fyri tiltøkum og kunna alment um viðurskifti hjá blindum, soleiðis at tilvitanin um lívið, sum blind/blindur og sjónveik/ur verður størri í samfelagnum.
Avrikssáttmálar
Stovnar undir landinum skulu sambært Roknskaparkunngerðini frá 2010 arbeiða eftir avrikssáttmála millum stovnin og stjórnarráðið.
Avrikssáttmálin kann lesast her
(myndin: Johnhard Klettheyggj, virkandi aðalstjóri og Karin Kass, leiðari á Sjóndepilinum)