14.10.2010 · Almanna- og mentamálaráðið

Sjóneykan sett á tilknýti til arbeiðsmarknaðin

Sjóneykan sett á tilknýti til arbeiðsmarknaðin

At hava flest møgulig virkin á arbeiðsmarknaðinum, verður mett at vera størsta avbjóðingin fyri at varðveita vælferðina í framtíðini. Í hesum sambandið bjóðar landsstýriskvinnan í almannamálum, Rósa Samuelsen, til evnisdag í Norðurlandahúsinum í dag. 140 fólk luttóku.

Evnisdagurin varð hildin í sambandi við, at Rósa Samuelsen hevur sett verkætlanarbólk at endurskoða sosialu arbeiðsmarknaðarskipanirnar í forsorgarlógini. Endamálið við degnum var at varpa ljós á tær avbjóðingar, ið standa fyri framman á økinum.

Grundarlagið fyri vælferðarsamfelagnum er høgt arbeiðsvirkni. Gongdin seinastu árini hevur verið tann, at fleiri og fleiri í arbeiðsførum aldri, orsakað av sjúku ella breki, ikki hava tilknýti til vanliga arbeiðsmarknaðin. Í staðin fáa tey varandi stuðul til uppihald.

At hava flest møgulig virkin á arbeiðsmarknaðinum, verður mett at vera størsta avbjóðingin fyri framtíðar norðurlendsku vælferðarsamfeløgini. Ábendingar eru um, at Føroyar hava júst somu avbjóðingar sum hini norðurlondini.

Tær sosialu arbeiðsmarknaðarskipanirnar hava ein týðandi leiklut í strembanini, at so nógv sum gjørligt varðveita ella fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Hesin innsatsur skal eisini síggjast í einum størri samanhangi, sum er, at hóast støðan í dag er merkt av vaksandi arbeiðsloysi, so vísa framrokningar, at frameftir verða færri í arbeiðsførum aldri á arbeiðsmarknaðinum, meðan fleiri verða í pensjónsaldri. Við øðrum orðum vera lutfalsliga færri til at forsyrgja fleiri.