
Nú COVID-19 hevur við sær, at nógv fólk gerast sjúk og enn fleiri noyðast í sóttarhald, eru broytingar gjørdar í dagpeningalógini, sum skulu hjálpa løntakarum eins og teimum fyritøkum, sum skulu gjalda løn undir sjúku.
Sambært broyttu lógini fáa løntakarar og sjálvstøðug vinnurekandi, sum eru sett í sóttarhald av heilsumyndugleikunum, ella sum heilsumyndugleikarnir hava mælt til at fara í sóttarhald, nú eisini dagpening.
Ein afturrindanarskipan verður gjørd fyri privatar arbeiðsgevarar, sum gjalda løn undir sjúku. Hesir arbeiðsgevarar fáa afturgoldið lønarútreiðsluna, tó í mesta lagi við eini upphædd, sum svarar til sjúkradagpening.
Harafturat kunnu sjálvstøðug vinnurekandi og stjórar í egnum feløgum, sum ikki hava teknað trygging sambært dagpengalógini, nú fáa dagpening frá fyrsta degi, tey tekna trygging sambært dagpengalógini.
Áður skuldu arbeiðsgevarar altíð rinda fyri 1. og 2. fráverudag í sambandi við sjúku. Nú er hetta broytt, soleiðis at tá talan er um COVID-19, rindar landskassin frá fyrsta fráverudegi.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur ásannar, at rúm tíð kann ganga, áðrenn smittan er bast í Føroyum:
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fegnast um, at hjálparpakkin fekk fulla undirtøku, eisini í andstøðuni.
Broytingin í sjúkradagpeningalógini er partur av sokallaða Hjálparpakkanum hjá landsstýrinum, sum tingið einmælt samtykti í gjár, 18. mars.
Hjálparpakkin fær afturvirkandi kraft, og kemur í gildi hósdagin 12. mars. Tá boðaði løgmaður frá herdum tiltøkum fyri at basa nýggju coronasmittuni.
Les meira um broytingarnar í dagpeningalógini her.