
Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, og borgarstjórin í Vága kommunu, Bjarni Prior, hava í dag skrivað undir skeyti fyri matrikul í Miðvági. Á hesum øki skal nýtt sambýli til fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum byggjast.
Við støði í frágreiðingini “í góðum hondum” er talan er um eitt týðandi stig í arbeiðinum at betra um bú- og tænastutilboðini kring landið, og geva fólki við serligum tørvi góðar karmar og eitt virðiligt og fjølbroytt lív, samstundis sum vit royna at loysa avbjóðingarnar við starvsfólkatroti á eldra-, heilsu-, almanna- og dagstovnaøkjunum.
Landsstýrismaðurin er glaður um, at arbeiðið í Vágunum nú av álvara kann fara í gongd, og fyri góða samstarvið sum hevur verið við kommununa:
Ein lendis- og skipanarætlan skal nú gerast fyri økið og verður boðin út í næstum.