- Ein hornasteinur í almannapolitikki er, at vit skulu stuðla tí einstaka til størst møguligt sjálvbjargni. Til tess at røkka hesum málinum er neyðugt at fáa størri fokus á endurmenningina, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna, í viðmerking til útsagnir hjá eitt nú ergo- og fysioterapeutum í samband við kjakið, ið hevur verið um broytingar innan eldraøkið.
Millum annað hevur hugskot verið frammi um at savna terapeutarnar í eina eind, til tess at fáa størri fokus á endurvenjingina.
- Hetta hugskot er í tráð við tey fakligu álit um endurmenning, sum áður eru handað landsstýrinum, og tíðin er komin, at vit nú fara víðari við ætlanini, leggur landsstýriskvinna afturat.
6,8 mió. játtaðar á fíggjarlógini
Fakfólk og borgarar hava í longri tíð víst á, at veitingar og tænastur, sum borgarin fær, ikki eru nóg væl skipaðar. Landsstýriskvinnan í almannamálum ynskir tí saman við avvarðandi pørtum at fáa skipað endurmenningina í Føroyum. Endamálið er at styrkja tænastuna til tey, ið hava venjing og endurmenning fyri neyðini.
Umráðandi er at styrkja tað tvørfakliga samstarvið, og fyrsta stigið varð tikið, tá játtanin á fíggjarlógini til endurmenning varð savnað í 2012.
Almannaverkið er síðani farið undir fyrireikingarnar at seta í verk eina landsumfevnandi tvørfakliga endurmenningartænastu. Tænastan fevnir um allar borgarar – børn, vaksin og eldri – sum hava tørv á at menna sjálvbjargni.
Í alt 6,8 mió. eru settar av til endurmenning á almannaøkinum í 2013.