10.12.2014 · Almanna- og mentamálaráðið

Søkt verður eftir løgfrøðingi

Søkt verður eftir løgfrøðingi

Almannamálaráðið søkir eftir løgfrøðingi til setan 1. februar 2015 ella skjótast gjørligt.

Sum løgfrøðingur í Almannamálaráðnum verða uppgávur tínar m.a. at tilevna lógaruppskot og uppskot til kunngerðir á málsøkinum hjá Almannamálaráðnum, at svara fyrispurningum frá Løgtinginum og at tulka lógir og reglur fyri stovnar undir Almannamálaráðnum. Talan er um starv í einum spennandi politiskum umhvørvi, og skalt tú vera før/ur fyri at kunna arbeiða undir einum ávísum trýsti.

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 29. desember 2014, kl. 12.00.

Les meira her