28.02.2022 · Almanna- og mentamálaráðið

Sólvit E. Nolsø helt røðu á Teknmálskafé

Sólvit E. Nolsø helt røðu á Teknmálskafé

Leygardagin, 26. februar, varð skipað fyri eini Teknmálskafé á Skúlatrøð í sambandi við Torra dagarnar. Endamálið við kaféini var at upplýsa og varpa ljós á føroyskt teknmál. Nógv fólk nýttu høvi at vitja kaféina og kunna seg um teknmál.

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, var boðin at røðu. Í røðu síni segði landsstýrismaðurin m.a.:

Teknmálið, ið vit javnmeta við onnur tungumál, er somuleiðis ein heimur, ið letur seg upp fyri okkum. Ikki bara hjá teimum, sum eru tunghoyrd ella als ikki hoyra. Men eisini hjá teimum hoyrandi, sum læra seg teknmál.

Les alla røðuna niðanfyri:

Góðu tit øll

Takk fyri, at eg var boðin at vera við her í dag.  Ein serligur dagur, har tit við hesi teknmálscafé’ini ganga undan og geva okkum øllum ein serstakan møguleika at fáa meira innlit í hetta økið. Nú kann eg fyri fyrstu ferð fara á café, og koma saman við deyvum, tunghoyrdum og hoyrandi við tí endamálið, at vit ogna okkum eitt størri innlit í heimin hvør hjá øðrum.

Tá tú lærir eitt nýtt mál, lærir tú ikki bara nýggj orð og vendingar. Ein nýggjur heimur letur seg upp fyri tær. Hetta vita tey flestu, sum hava lært seg enskt, týskt, spanskt ella okkurt annað mál. Verðin letur seg upp fyri tær.  Á sama hátt við teknmálinum.

Teknmálið, ið vit javnmeta við onnur tungumál, er somuleiðis ein heimur, ið letur seg upp fyri okkum. Ikki bara hjá teimum, sum eru tunghoyrd ella als ikki hoyra. Men eisini hjá teimum hoyrandi, sum læra seg teknmál.

Tað er tí alla æru vert, at tit hava tikið stig til at læra tykkum og tykkara teknmál, tí við hesum eru tit eisini við til at styrkja tykkara felagsskap. Tit inkludera, og tá tit gera tað, er hetta ein vinningur fyri allar partar.

Í mun til talumálið, er teknmál eitt mál, har vit brúka kropp og rørslur. Tað finst tó ikki nakað altjóða teknmál. Harafturímóti eru tey nógvu teknmálini, sum finnast í heiminum, ment og útviklað gjøgnum fleiri túsund ár. Til dømis vita vit, at teknmál verður umrøtt í gamla Grikkalandi fyri meira enn tveytúsund árum síðani.

Eingin veit, hvussu nógv teknmál finnast í heiminum í dag, men í øllum førum vita vit, at eini 140 teknmál eru skrásett kring knøttin. Tað sigur ikki so lítið um bæði fjølbroytni í teknmálinum, men eisini hvussu neyðugt tað er, at øll sleppa at úttrykkja seg.

 - Tí øll eiga at sleppa til orðanna í einum framkomnum samfelagi.

At so nógv tungumál finnast, er eisini við til at lata heimar upp fyri okkum, og fyri hvørt nýtt mál víðkast forstáilsi okkara millum. Onkur hevur sagt, at í málinum ferðast vit sum fluga í fløsku. Vit kenna bara tað, vit kunnu nevna og seta orð á. Tað er eisini við málinum, at vit læra orð og hugtøk. At vit seta orð á hugsanir og ikki minst kenslur.

Tí er tað so neyðugt hjá øllum fólki at hava eitt mál – eisini eitt teknmál. Við málinum víðka vit okkara sjónarring. Við málinum samskifta vit við hvønn annan. Við málinum seta vit okkum nýggj mál!

Góðu tit, eg fari at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við tykkara stóra stigi at seta teknmál so høgt, sum tit gera. Hetta er alla æru vert og kann eisini vera við til at vísa øðrum, hvussu stóran týdning teknmálið hevur.

Vit hava øll brúk fyri at tosa við onnur, vit hava øll brúk fyri at læra og fáa nýtt at vita frá øðrum, vit hava øll brúk fyri at vera partur av einum góðum felagsskapi. Við málinum kenna vit, at vit eru ein partur av samfelagnum.  Við málinum orða vit og lýsa vit bæði gleði og sorg.

Høvið at lata upp Teknmáls Kafé her á Skúlatrøð er sett á skrá til Torradagar 2022 í Klaksvík. So upplagt, her vit við teknmálinum tíbetur kunnu úttrykkja gleði, gaman og gleim, áræði og virkisfýsni. Hjartaliga til lukku við átakinum og bestu eydnu víðari fram á leið!

Takk fyri!