Í dag og í morgin er Almannamálaráðið vertur fyri árliga NOSOSKO fundinum, har hagtøl á sosiala økinum í Norðanlondum verða umrødd og viðgjørd. Nordisk Socialstatistiks Komité (NOSOSKO) hevur til endamáls at samskipa og samanbera sosial hagtøl í øllum Norðanlondum. Fundurin í ár verður hildin í Havn. Fundarrøðin í Føroyum endar í morgin við einari framløgu um ungdómsarbeiðsloysi í norðanlondum.
- NOSOSKO samstarvið hevur stóran týdning fyri sosialu hagtølini í Føroyum, tí hetta er ein pallur, sum ger tað møguligt at samanbera okkara støðu við restina av norðanlondum.Samstarvið hevur havt við sær, at vit eitt nú kunnu samanbera útreiðslurnar innan vælferðarøkið og heilsuøkið í Føroyum við hvat hini norðanlondini brúka á somu økjum, sigur Michael H. Feldballe Hansen, sum umboðar Almannamálaráðið í NOSOSKO.
NOSOSKO hevur verið ein nevnd undir norðurlendska ráðharraráðnum síðan 1976. Hvørt ár útgevur hagtalsnevndin eitt rit, sum samanber norðurlendsk hagtøl á sosiala økinum. Føroyar hava verið partur av NOSOSKO síðan 2005.
Tað eru Almannamálaráðið og Hagstova Føroya, sum í felag útvega hagtølini til NOSOSKO.