
Hósdagin 11. juni 2015 kl. 17, verður spakin settur í sambandi við, at farið verður undir at byggja virknis- og umlættingardeplin heima á Sandi til børn og ung við serligum avbjóðingum. Depilin verður staðsettur norðanfyri Bókasavnið og skipa Sands kommuna og Almannamálaráðið fyri hátíðarhaldi í hesum sambandi.
Skráin:
- Annika Olsen, landstýriskvinna, setir spakan í og flytir fram røðu
- Brandur Sandoy, borgarstjóri, flytir fram røðu
- Umboð fyri Landsverk flytir fram røðu
- Bjóðað verður inn á ovaru hædd á Bókasavninum, har ábit verður at fáa
- Umboð fyri KONTRAST greiðir frá verkætlanini
Fyrireikararnir vóna at síggja so nógv fólk sum gjørligt til hesa hátíðarløtu.
Byggingin, sum nú fer av bakkastokki, er mett til at taka umleið 14 til 15 mánaðir og er depilin ætlaður til børn og ung við serligum avbjóðingum úr øllum landinum.
Depilin er mettur til at kosta 14,15 mió. kr., tá ið hann er liðugt bygdur.
Meira fæst at vita um byggingina her