
Í morgun klokkan 10 setti landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, spakan í til nýtt sambýli fyri sálarsjúk, sum skal byggjast Eystan Heyg í Tórshavn.
Eftir hátíðarløtuna greiddi umboð fyri MAP-arkitektar frá ætlanini í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum. Eisini greiddi umboð fyri Tórshavnar kommunu frá heildarætlanini fyri alt økið.
Í verkætlanini eru pláss fyri 16 íbúðum, sum verða 35 fermetrar til støddar. Fyrsta byggistig fevnir um tær fyrstu 12 íbúðirnar, umframt felagshølir.
Í felagshølunum verður møguleiki fyri at matgera- og eta í felagsskapi við onnur og takast við ymiskt ítriv. Knýtt at felagshúsinum verður eisini eitt felags vaskarí fyri íbúgvarnar.
Útbjóðing hevur verið, og tá lisitatión varð hildin á Landsverki 20. desember 2012, vóru fýra tilboð komin inn. J&K Petersen eigur lægsta boð. Kostnaðarmetingin av fyrsta byggistigi av sambýlinum var 12,2 mió. krónur.