20.11.2009 · Almanna- og mentamálaráðið

ST-sáttmálin um rættindi barnanna 20 ár

Í dag eru 20 ár síðan, at ST-sáttmálin um rættindi barnanna varð samtyktur. Sáttmálin tryggjar børnum rættin til mat, innivist, menning og samavgerð.

Fyri júst 20 árum síðan varð ST sáttmálin um rættindi barnanna samtyktur. Løgtingið samtykti 1993 at strika danska fyrivarni fyri Føroyar, og tá nýggj føroysk barnaverndalóg varð smíðað í 2005, vóru neyv atlit tikin til ST-sáttmálan. Stórur dentur var lagdur á at betra um og tryggja rættarstøðuna hjá børnum.

Komandi ár fer landsstýriskvinnan í almannamálum og Almannamálaráðið undir at endurskoða barnaverndarlógina, fyri at trygga at lógin virkar eftir ætlan ella um neyðugt er við broytingum.

Sum fyrsta stig í hesum arbeiðir ein arbeiðsbólkur í løtuni við at endurskoða tilboð og fyriskipanir, ið eru til børn og ung við serligum tørvi, og familjur teirra.

Endamálið er m.a. at lýsa hvørji tilboð vit eiga at hava í Føroyum, soleiðis at øll børn og ung fáa tað hjálp tey hava tørv á. Her verður ikki bert hugsa um børn og ung fevnd av barnaverndarlógini, men øll børn og ung sum hava serligan tørv. Bólkurin handar álit stutt fyri jól.