08.01.2012 · Almanna- og mentamálaráðið

Stovnstilboðini og familjudepilin verða styrkt

Stig verður nú tikið til at menna stovnstilboðið, sum er ætlað børnum og ungum, ið hava serligan tørv á umsorgan og viðgerð. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2012 er játtanin til Bú- og viðgerðartilboð økt við 730.000 krónum. Ætlanin er, at økta játtanin fer til at menna pedogogiska og fakliga tilboðið hjá børnum og ungum við serligum avbjóðingum.

- Í hesum fíggjarligu truplu tíðum fegnist eg um, at fleiri pengar eru játtaðir til hetta økið. Tað verður arbeitt miðvíst at nøkta tørvin hjá føroyskum børnum og familjum við serligum avbjóðingum. Tað er týdningarmikið, at skipanirnar og tilboðini verða háttaði so smidlig, at tørvurin, ið er ymiskur yvir tíð, til einhvørja tíð kann verða nøktaður í mest møguligan mun, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Landsstýriskvinnan í almannamálum ætlar at leggja nógv fyri at tryggja børnum og ungum, ið hava serligan tørv á umsorgan og viðgerð, eitt dygdargott tilboð. Eftir ætlan skal økta játtanin eisini nýtast til at veita fleiri børnum eitt stovnstilboð.

Okkara mál er at tryggja so mongum børnum og ungum við serligum avbjóðingum eitt tilboð í Føroyum, so vit í minst møguligan mun verða noydd at senda tey av landinum. Skulu vit røkka hesum máli krevjast fleiri pengar, og hækkaða játtanin er fet rætta vegin, vísir Annika Olsen á.

Kontan Búð- og viðgerðartilboð fevnir um játtan til stovnstilboð og Familjudepilin. Stovnstilboðið er skipað í deildum, og er ætlað børnum og ungum, ið hava serligan tørv á umsorgan og viðgerð vegna sosialar -, atferðar- ella tillagingartrupulleikar.

Familjudepilin veitir familjuráðgeving og familjuviðgerð til familjur við serligum tørvi.