25.03.2014 · Almanna- og mentamálaráðið

Stuðul av játtanini til útoyggjamenning

Nú ber til at søkja um stuðul til tiltøk, sum virka mennandi fyri útoyggjar.

Stuðul kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum. Játtanin verður umsitin sambært reglugerð um stuðul til útoyggjamenning. Játtaðar eru 710 tús. kr. í 2014.

Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað, sum eru at finna í høgra bredda á hesari síðu: útoyggjastuðul.

Freistin at søkja um stuðul er 4. apríl 2014.

Umsóknir skulu sendast til:

Almannamálaráðið
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Ella: amr@amr.fo