07.02.2013 · Almanna- og mentamálaráðið

Stuðul til at seta á stovn tilboð til sálarsjúk (Fountain hús)

Nú kunnu felagsskapir, ið virka fyri at seta á stovn arbeiðsrættað tilboð til fólk við sálarsjúku ella sálarligum trupulleikum við Fountain húsi sum fyrimynd, søkja Almannamálaráðið um stuðul. 200.000 krónur eru til endamálið.

Stuðulin verður latin eftir umsókn. Umsóknir skulu skrivast á serligt oyðublað, sum er til taks á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum. Oyðublaðið fæst eisini við at venda sær til ráðið.

Freistin at søkja um stuðul er 15. mars 2013. Við støði í umsóknini verður møgulig játtan latin í seinasta lagi 1. mai 2013.