10.01.2014 · Almanna- og mentamálaráðið

Stuðul til at seta á stovn tilboð til sálarsjúk (Fountain hús)

Nú kunnu felagsskapir, ið virka fyri at seta á stovn arbeiðsrættað tilboð til fólk við sálarsjúku ella sálarligum trupulleikum við Fountain húsi sum fyrimynd, søkja Almannamálaráðið um stuðul.

2 mió. kr. eru játtaðar á Løgtingsfíggarlógini fyri 2014 til endamálið. Stuðulin verður latin við ávísum treytum, sum eru ásettar í reglugerð, sum er til taks her á heimasíðuni, og eisini fæst við at venda sær til ráðið.

Stuðulin verður latin eftir umsókn. Umsóknir skulu skrivast á serligt oyðublað, sum er til taks her á heimasíðuni, og eisini fæst við at venda sær til ráðið.

Freistin at søkja um stuðul er 24. januar 2014. Við støði í umsóknini verður møgulig játtan latin í seinasta lagi 1. februar 2014.