Røðan hjá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, í samband við 100 ára føðingardagur hjá Sannu á Høvdanum, sum varð hildin á Ellis- og røktarheiminum í Runavík fríggjadagin.
----
Góða Sanna,
Hjartaliga til lukku við føðingardegnum!
Tað er mær ein stórur heiður sum landsstýriskvinna í almannamálum at vera boðin við her í dag og tað vil eg takka fyri. Eg vil eisini ynskja familjuni, kenningum og øllum tykkum, ið dagliga eru um Sannu á røktarheiminum, hjartaliga til lukku við hesum stóra hátíðardegi.
Sanna, tað er torført, fyri ikki at siga ógjørligt, at ímynda sær, hvat tað vil siga at fylla 100 ár. Viðførið tygara við upplivingum, við lívsroyndum, við innliti, er á tremur. Tað hava verið nógvar og stórar broytingar í føroyska samfelagnum, ja tygum kunnu minnast og hyggja aftur á eitt langt og ríkt lív.
Ommubørnini Kári, Heidi og Sanna sendu tygum eina so vakra heilsan í bløðunum í vikuni, har tey so væl greiddu frá tygara ótrúliga lívi. Serliga beit eg merki í eina av týdningarmiklu lívsáskoðan tygara, hetta við ikki at bíða til í morgin við tí, ið kann gerast í dag.
“Tú veitst ikki um tú livir í morgin”, plagdi tygum at siga.
Sanna, tygara lív hevur verið fult av góðum løtum. Barn, ommubørn og langommubørn hava ríkað tær lívið, og mongu dagarnir saman við systrunum, Betty og Petru, í handlinum á Høvdanum hava givið tygum gleði og stuttligar upplivingar.
Men í skugganum av gleðini hevur eisini sorgin vitjað. Ikki minst tá tín kæri Jóhan Karl fórst á útróðri bert 28 ára gamalur. Tá var dóttir tín Jóhanna bert tveir mánaðir gomul.
Tygum fullu tó ikki í fátt. Hinvegin tóku tygum við í skjáttuna tann dýrabara lærdóm, um ikki at bíða til í morgin við tí, sum kann gerast í dag. “Carpe diem” er latínska orðingin. Ein lærusetningur, sum vit onnur áttu, at verið betur at liva eftir.
Bygdarmaðurin hjá tær Sanna, Jógvan Fríðriksson, bispur, hevði um páskini enn eina frágera góða prædiku. Hann hugleiddi um júst hetta at reisa seg aftur eftir truplar løtur.
Bispur greiddi frá søgnini um fuglin Fønix. Sagt verður um Fønix, at hann brendi seg sjálvan í reiðrinum. Seinni reis hann úr øskuni og sást á himmalhválvinum.
At koma afturíaftur, ella byrja av nýggjum, er ein týdningarmikil eginleiki. Hvørja ferð menniskjan vinnur á føllum, niðurløgum ella tvørleikum, hava vit vunnið í lívsins talvi, greiddi bispur frá.
Hóast saknurin viðhvørt kendist ómetaliga tungur, so megnaðu tygum altíð at koma afturíaftur, góða Sanna. Hugburðurin var, at tað snúið seg um at fáa sum best úr degnum í dag og við einum ókúgandi ynski um at veita tínum næstu kærleika og umsorgan, bar tað til.
Familja og kenningar kring teg hava altíð notið gott av tygara umsorganarfulla og stillføra lyndi. Eisini skilji eg, at starvsfólkini her á Røktarheiminum eru so ómetaliga góð við tygum, og ein orsøk er helst, at tygum eru sera fittlig , blíð og løtt at vera saman við.
Eg vil eisini nýta høvið at takka tykkum øllum á Røktarheiminum fyri fyri tykkara umsorgan og kærleika til Sannu og tey, ið búgva her saman við Sannu.
Eg fari at enda við orðum úr yrking hjá R.C. Effersøe um tað gleðiliga, at tað góða sum oftast vinnur á tí minni góða í lívinum. Eg haldi at hesi orðini á ein hátt lýsa tann lívsjáttandi hugburð, sum tygum, Sanna, hava havt til lívið.
"Hvat er eitt lív við ongum stríði?
Sum ein máni fyri uttan ljós!
Vakrast skínur sólin á grønar líðir,
tá ælið freka fór sín kós
Takk fyri!