31.10.2014 · Almanna- og mentamálaráðið

Takkarrøðu til Kristinu T. Larsen, fráfarandi stjóra á Dugna

Takkarrøðu til Kristinu T. Larsen, fráfarandi stjóra á Dugna

Í sambandi við at Kristina T. Larsen hevði seinasta arbeiðsdag, sum stjóri fyri Dugna og tað í hesum sambandi varð skipað fyri móttøku, helt landsstýriskvinnan Annika Olsen hesa takkarrøðuna til Kristinu.

--- 

Góða samkoman, góða Kristina,

Eg fari at nýta høvi at siga nøkur fá orð, nú tú gevst sum stjóri á Dugna, fyri at taka ímóti nýggjum avbjóðingum, sum leiðari á Heimatænastuni í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.

Nógv er hent her á Dugna, tey árini, ið tú hevur verið stjóri her. Í 2009 fekk Dugni nýtt navn og nýggjan samleika. Gamla navnið ALV hevði fokus á tað avlamna menniskja, og hevði sjálvsognarstovnurin ment sínar tænastur til at verða nógv meira enn tað í 2009.
Tí var tørvur á at broyta samleikan. Heldur enn at seta fokus á tað, sum ein ikki megnar, verður fokus sett á, hvat einstaka menniskja dugir.

Eg haldi, at tað hevur eydnast tykkum sera væl at fáa broytt hugmyndina av stovninum, og hevur Dugni eitt jaligt umdømi og blivin ein sjónligur og týðandi leikari í dagins samfelag.

Fleiri nýggj átøk eru sett í verk hetta tíðarskeiðið eisini. Eg kann nevna ”Tinghúsið”, sum er ein stór sucess; kærleikskúlan, sum er ein attraktivur gávulutur, og sum verður framleiddur í samstarvi við okkara fremstu listafólkum, kaffibarrin á Vaglinum við heimins besta kaffi og mangt mangt annað.

Í tíðarskeiðnum, tú hevur verið stjóri, eru eisini umsitingarligar broytingar hendar, eisini í mun til Almannamálaráðið.  Dugni er nú skipaður sum sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum sambært viðtøkum frá 2012. Játtanin til sjálvsognarstovnin er umløgd, frá eini stuðulsjáttan, til nú har so at siga alt virksemið er fíggjað við rakstrarjáttan á fíggjarlógini. Hetta setur stór krøv til stýrið og leiðslu á Dugna, og hevur henda broyting tikið drúgva tíð, men haldi eg at hetta er komið at virka væl, og hava vit eitt tætt og gott samstarv millum Almannamálaráð og Dugna.

Nýggja avbjóðingin, sum tú tekur við í morgin, er eisini sera spennandi. Tú verður partur av størstu umskipanini í Føroya søgu, nú eldraøkið verður lagt út til kommunurnar at umsita.
Sum leiðari fyri nýggju Heimatænastuna í Eysturkommunu og Fugjafjarðar kommunu fært tú ein týðandi leiklut at fáa hesa umlegging at virka væl frá fyrsta degi.

Við tínum drúgvu og góðu royndum her á Dugna, ivist eg onga løtu í, at bæði kommunur og eldri borgarar í økjunum kunnu kenna seg heilt trygg um at hetta fer at eydnast væl. Tú hevur royndir at samstarva við nógvar ymsar partar og fakbólkar, og tú sett nógv nýggj tiltøk í verk, og tú kemur á mál við tí, sum tú setir tær fyri.

Eg fari at enda at ynskja tær blíðan byr í nýggja starvinum og fari samstundis at takka fyri gott samstarv.